X Factor vinnararnir á pall í Vestmanna

Hallur av Rana

15.05.2015 - 09:48

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Bátar og fólk stevna í hesum døgum til Vestmanna, har árliga Bátastevnan verður hildin.

Stevnan byrjaði í gjár, og á skránni var millum ein konsert við Halli Joensen, Kristinu Bærendsen og Halleluja-Sofus.

Les eisini: Hallur setti hol á bátafestivalin í Vestmanna 

Aftur í kvøld er tónleikur á skránni, men sigast má at málbólkurin er nakað øðrvísi. Í kvøld er nevniliga eitt barna- og ungdómstiltak á skránni, har Ævintýraferðin og X Factor luttakara fara at framføra.

Vinnarin av X Factor 2015, Emilie, og føroyski finaluluttakarin Jógvan, fara bæði á pallin, og fyrireikararnir lova, at tiltakið bjóðar undirhald við tónleiki og skemti fyri bæði ung og gomul.

Um so er, at X Factor ikki er nakað fyri eldra ættarliðið, so tekur Elis yvir aftaná barna- og ungdómstiltakið. Sendingin Upp á tá verður hesaferð send beinleiðis úr Vestmanna og norski dansibandsbólkurin Holmsvé fer at framføra.