Xperiment í Finsen í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.03.2018 - 10:33

Mentan > Mentan > Konsertir

Í hesum døgum savnar ungdómskórið Xperiment pengar inn til eina konsertferð til Spania, sum tey ætla sær í mai mánaði.

Í samband við hesa innsavnanina fara tey at hava eina stuðulskonsert í auluni í Finsen í kvøld.

Tað er ókeypis atgongd til konsertina, har eisini okkurt annað spennandi fer at vera.

Í 2017 vann Xperiment ikki færri enn tvær heiðurslønir á kórstevnuni: Eina fyri mest orginala kór og eina áhoyraravirðisløn. Fyrr hevur kórið eisini vunnið FMA fyri ársind livebólk.

Á konsertini í kvøld ber millum annað til at hoyra okkurt av tí, sum tey hava vunniðprísirnar fyri, og nýtt tilfar eisini.

XPERIMENT á Facebook