(Mynd: EPA)

Ynskir at samráðast við sponsku stjórnina um loysing

Sverri Egholm

10.10.2017 - 23:16

Tíðindi >

Forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, segði í talu fyrr í kvøld í katalonska tinginum, at hann fer at fylgja fólksins vilja, og gera Katalonia til eina sjálvstøðuga tjóð.

Men avgerð er tó tikin um at bíða í nakrar vikur, og leggja upp til dialog. Ætlanin er at fremja loysingina í samráðingum við sponsku stjórnina, segði hann sambært dr.dk.

- Valúrslitið var eitt ja til loysing, og tað er tað, sum vit fara víðari við, segði Puigdemont fyrr í kvøld.

Forsetin harmaðist eisini um samstarvið við sponsku stjórnuna, sum frá byrjan hevur lýst fólkaatkvøðuna um loysing ógyldiga og eisini royndi at forða fyri, at fólk sluppu at atkvøða.

43 prosent av veljarunum í Katalonia luttóku, og 90 prosent av teimum atkvøddu fyri loysing.

Spanski forsetin, Mariano Rajoy, hevur gjørt tað greitt, at hann fer at gera alt fyri at forða fyri, at Katalonia loysir frá Spania.

Kelda: Danmarks Radio