Ynskja at hitta skyldfólkini í Føroyum




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

02.04.2017 - 19:35

Mentan >

Hesa myndina hava vit fingið sendandi úr Vestmannaoyggjum. Tað er Friðbjörn Ólafur Valtýrsson, sum ynskir at koma í samband við familjuna í Føroyum.

Hann skrivar (leystliga umsett):

Myndin er tikin á bryggjuni í Havn á vári 1972. Saman við Magneu Traustadóttir standa her skyldfólk hennara Malvina og Tordis saman við monnum og dóttir Tordisar, haldi eg. Vit komu til Havnar á ferð til Danmarkar við Gullfossi.

Vit eru 9 í familjuni hjá Magneu, sum koma til Føroya í summar, 18. august. Vit hjúnini, tvær døtur, versynir og trý barnabørn.

Vit hava mist sambandið við okkara føroyska familju, og ynskja at frætta okkurt frá teimum á okkara pílagrímsferð í summar.

Abbi Magneu æt Jakob Guðmundsson úr Tórshavn. Hann búði, eins og vit, á Vestmannaoyggjum. Eg vóni, at onkur, ið sær myndina, kann hjálpa okkum at koma í samband við okkara skyldfólk í Føroyum.


(Redaktiónin á Portalinum hevur teldupostin hjá Friðbjørn, um tað eru skyldfólk, ið ynskja hana)