Logan Paul

Youtube revsar Youtube-stjørnu fyri sjónband av deyðum persóni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.01.2018 - 12:41

Mentan >

Kenda Youtube-stjørnan, Logan Paul, kom veruliga í andglettin, eftir at hann, fyri tveimum vikum síðani, legði sjónband út á Youtube, har hann og vinirnir funnu funnu ein persón, sum hevði tikið sítt egna lív.

Logan Paul og vinirnir vóru farnir til Aokigaharaskógin við Fuji fjallið í Japan, har teir vildu kanna tann andaliga partin av skóginum. Skógurin er kendur fyri at verða staðið, har fleiri japanar fara fyri at gera sjálvmorð.

Eftir hava gingið fáa 100 metrar inn í skógin, koma vinirnir fram á ein persón, sum hevur gjørt sjálvmorð. Logan Paul valdi at leggja sjónbandið á Youtube. Á sjónbandinum hoyrist eisini hvussu vinirnir koma við skemtiligum viðmerkingum.

Hetta fær nú avleiðingar fyri Logan Paul. Youtube hevur valt at taka Logan Paul úr premium innihaldinum á síðuni. Harumframt verður Logan Paul framyvir ikki longur partur av webseriuni “Foursome”, skrivar TV2.

Eisini er øll framleiðsla av Logan Paul sjónbondum fyribils steðga.