Yvir hálv millión við SSL-bussunum í fjør



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 08:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Bussarnir hjá Bygdaleiðum fluttu meira enn eina hálva millión ferðafólk í fjør, vísa hagtølini hjá Strandferðsluni fyri 2016.

Enn einaferð er tað leið 400, sum koyrir millum Havnina og Klaksvík umvegis Eysturoynna, sum er tann nógv mest brúkta bussleiðin. Tølini vísa, at flestu mánaðirnar brúka yvir 13.000 fólk hesa ferðaleiðina, og tað er meira enn tær flestu Bygdaleiðirnar hava av ferðandi um árið.

Minst brúkta bygdaleiðin er aftur hesaferð Kunoyarleiðin, sum hevði 228 ferðandi í fjør, svarandi til 19 fólk í miðal um mánaðin. Í februar mánaði í fjør brúkti ongin leið 503 millum Klaksvík og Kunoy vísir uppgerðin hjá Strandferðsluni.

Uppgerðin yvir bygdaleiðirnar sær soleiðis út:

Leið 400 Tórshavn-Klaksvík 137.966
Leið 300 Tórshavn-Flogvøllurin 82.611
Leið 410 Fuglafjørður-Gøtudalur-Klaksvík 74.930
Leið 440 Skálafjarðarleiðin 73.446
Leið 100 Tórshavn-Vestmanna 32.485
Leið 700 Tvøroyri-Sumba 27.394
Leið 101 Tórshavn-Gamlarætt 18.912
Leið 500 Klaksvík-Viðareiði 16.058
Leið 200 Oyrarbakki-Eiði 12.566
Leið 600 Skopun-Skálavík 11.650
Leið 401 Toftir-Tórshavn 8.227
Leið 701 Fámjin-Sandvík 7.525
Leið 506 Syðradalur-Trøllanes 5.427
Leið 202 Oyrarbakki-Tjørnuvík 2.845
Leið 481 Skálabotnur-Oyndarfjørður 2.623
Leið 601 Sandur-Skopun 1.257
Leið 201 Oyrarbakki-Gjógv-Funningur 654
Leið 442 Glyvrar-Æðuvík-Rituvík 512
Leið 504 Klaksvík-Kunoy 228