(Mynd: EPA)

Yvirgangsmaðurin brúkti fleiri vikur um at leggja álopið til rættis

Ari av Rana

01.11.2017 - 19:05

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Myndugleikarnir siga seg nú vita, at Sayfullo Saipov, sum koyrdi ein lítlan vøruvogn á súkklubreytini á Manhattan, og drap 8 fólk fólk í yvirgangsatsóknini í New Yoork í gjár, legði álopið til rættis í fleiri vikur.

Myndugleikarnir siga, at Saipov var sterkt ávirkaður av Islamiska Stati. Hóast Saipov legði seðlar eftir í bilinum, har hann segði seg fremja atsóknina fyri IS, hava myndugleikarnir ikki funnið nakað beinleiðis samband millum Sayfullo Saipov og Islamiska Statin.

John Miller, varaløgreglustjóri í New York, sigur, at tað sær út til at Saipov hevur fylgt leiðbeiningum um hvussu ein fremur tílík álop, sum IS hevur lagt út á sosialar miðlar, skrivar Washington Post.