Mynd: EPA

Yvirgangur í Nice - 10 børn millum tey deyðu

Steinar Patursson

15.07.2016 - 10:59

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Franskir myndugleikar eru farnir undir at eyðmerkja tey, ið lótu lív av yvirgangsálopinum í Nice seint í gjárkvøldi, og sum skilst er fleiri børn millum ofrini.

Christian Estrosi, fyrrverandi borgarstjóri í Nice, hevur sambært BBC greitt lokalum miðlum frá, at um 10 børn hava latið lív orsakað av atsóknini.

Eisini verður boðað frá, at Lenval barnasjúkrahúsið í Nice, ið liggur tætt við Promenade des Anglais, hevur tikið ímóti 50 børnum og tannáringum síðan í gjár, og hjá fleiri teirra er støðan sera álvarsom.

Tað er longu greitt, at ofrini hava nógvar ymsar tjóðskapir, men sambært in.fo eru hvørki føroyingar ella danir millum ofrini.