Mynd: EPA

Yvirgangur í Stockholmi: Tvey fólk til avhoyringar

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

07.04.2017 - 18:25

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Í Sambandi við álopið, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu Stockholmi í dag, sigur løgreglan í Svøríki á einum tíðindafundi í kvøld, at álopið verður mett og kannað sum yvirgangur.

Útlendskir miðlar skriva, at tvey fólk skulu avhoyrast, men tað merkir ikki, at tey eru undir illgruna fyri at hava framt álopið. Hildið verður, at tey vita okkurt um málið.

Løgreglan veit framvegis ikki, hvar maðurin, sum koyrdi lastbilin, er. Bilurin varð beint frammanundan stolin á einari gøtu tætt við. Maðurin, sum átti lastbilin, var farin út at gera okkurt arbeiði, tá bilurin varð stolin. Hann royndi at steðga manninum, men tað eydnaðist honum ikki.

Trý fólk eru deyð, og fleiri hava fingið skaða av álopinum.