Mynd: Tróndur Dalsgarð

Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017

Sverri Egholm

11.03.2017 - 22:26

Mentan > Mentan > Tónleikur

Stóra tónleikatiltakið Faroese Music Awards, FMA, var í kvøld í Norðurlandahúsinum. Heili 17 virðislønir vórðu latnar, og tað kann vera ringt at minnast hvør vann hvat.

Vit hava savnað ein lista yvir øll sum vunnu.

Opin flokkur

Ársins sangari/einleikari
Eivør Pálsdóttir

Ársins bólkur/kór
Orka

Ársins útgáva/konsert
At the Heart of a Selkie – Eivør/Peter Jensen & DR Big Band

Ársins kompositión
Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen


Popp/rokk

Ársins songkvinna
Lena Anderssen

Ársins sangari
Heiðrik á Heygum

Ársins útgáva
Eagle in the Sky – Lena Anderssen

Ársins sangur
Alright – Danny & The Veetos

Ársins bólkur/einstaklingur
Danny & The Veetos


Aðrar tilnevningar

Ársins nýggja navn
Konni Kass

Ársins framleiðarar
Niklas Johannesen fyri Eagle in the Sky hjá Lenu Anderssen

Ársins videolag
Einaferð var tað eg hjá GUT Productions (leikstjóri: Búi Dam)


Aðrar virðislønir

Ársins tekstur
Marjun Syderbø Kjælnes

Ársins húsi
Eagle in the Sky við Lenu Andersen (Ann-Mari Egholm hevur gjørt húsan)

Áhoyraravirðislønin
Hans Andrias

Ársins átak
Spælistaðið Listastovan í Vágum

Ársins tónleikaheiður
Brandur Øssurson