Mynd: EPA

Yvirlit: Hetta vita vit um skotatsóknina í München

Sverri Egholm

22.07.2016 - 20:57

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Ein ella fleiri menn skutu í kvøld frá hond í Olympia sølumiðstøðini norðanfyri München. Sambært týskum miðlum hava átta fólk latið lív og fleiri eru særd.

Hetta vita vit um skotatsóknina, sum fór fram í Týsklandi í kvøld:

• Fríggjakvøld um 17 tíðina fær týska løgreglan fráboðan um skottilburð í sølumiðstøðini Olympia, sum liggur norðanfyri München.

• Týsk løgregla boðar frá á Facebook, at fráboðan er komin um skottilburð í sølumiðstøð og á einari McDonalds matstovu skamt har frá. Vitnir hava sæð tríggjar persónar við skotvápni.

• Minst ein gerningsmaður verður framvegis jagstraður av løgregluni.

• Løgreglan heitir á øll í München um at halda seg inni.

• Øll metro-, sporvogna- og tokferðsla í München er fyribils stegðað.

• Fleiri motorvegir í býnum eru stongdir.

• Løgreglan í München heitir á øll um at lata vera við at hugsa um motivir fyri skotatsóknina og heitir á fólk um at lata vera við at deila myndir á sosialum miðlum.

• Sambært týsku løgregluni er einki sum bendir á, at talan er um islamskan terror.

Kelda: Dr.dk