Yvirlit: Ísland møtir Argentina, Portugal og Spania bresta saman



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

01.12.2017 - 16:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lutakastið til bólkaspælið í HM í fótbólti, sum verður hildið í Russlandi næsta summar, er júst liðugt.

Mest áhugaverdi dysturin verður uttan iva í bólki B, har Portugal og Spania bresta saman. Spania var nógv tað sterkasta landsliðið í næstu undanbólkanini, og háttaði lutakastið seg so, at vit verða forkelaði við einum dysti millum nr. 3 og nr. 6 á FIFA styrkilistanum.

Ísland sleppur at royna seg ímóti Lionel Messi, Sergio Aguero, Paulo Dybala og øðrum heimsstjørnum, tá teir skulu spæla ímóti HM vinnarunum frá 1986, Argentina. Hini liðini í bólki D eru Kroatia og Nigeria, og metast má at hetta, møguliga er torførasti bólkurin at spæla í.

Danmark endaðu í bólki C saman við millum annað Fraklandi, meðan Svøríki sleppur at royna seg ímóti týsku heimasmeistarunum í bólki F.

Aðrir spennandi dystur verða eitt nú Belgia móti Onglandi og Brasilia móti Sveis.

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A: Russland, Saudia Arabia, Egyptaland, Uruguay

Bólkur B: Portugal, Spania, Marokko, Iran

Bólkur C: Frakland, Avstralia, Peru, Danmark

Bólkur D: Argentina, Ísland, Kroatia, Nigeria

Bólkur E: Brasilia, Sveis, Kosta Rika, Serbia

Bólkur F: Týskland, Meksiko, Svøríki, Suðurkorea

Bólkur G: Belgia, Panama, Tunesia, Ongland,

Bólkur H: Pólland, Senegal, Kolumbia, Japan