Yvirlit: Kristel ikki fyrsti føroyingurin í danska Melodi Grand Prix

Sverri Egholm

13.02.2016 - 17:50

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Kristel Lisberg luttekur í ár í danska Melodi Grand Prix, sum verður byrjar í kvøld klokkan 19. Men hon er ikki fyrsti føroyingurin, sum luttekur í tónleikakappingini, sum er innleiðandi kappingin til stóru Eurovision finaluna sum verður í Svøríki seinni í ár.

Vit hava funnið fram til fimm onnur ár, tá føroyingar hava verið við í donsku sangkappingini. Fleiri føroyingar hava luttikið í øðrum kappingum, eitt nú X Factor, Stjerne for en Aften millum annað.



Annika Hoydal (1979)

Við sanginum “Aldan” var Annika Hoydal tann fyrsti føroyingurin at luttaka í danska Melodi Grandprix, sum byrjaði í Danmarks Radio í 1957. Hon endaði á fjórða plássi í kappingini í 1979. Tað árið vann Tommy Seebach við lagnum “Disco Tango”.



Pætur við Keldu (2002)

Síðani gingu tað nøkur ár, áðrenn aftur ein føroyingur var við í stóru tónleikakappingini í Danmark. Tað var í 2002 at klaksvíkingurin Pætur við Keldu luttók við lagnum “Som eg drøm“. Vinnarin hetta árið var Malene Winther Mortensen við “Vis mig, hvem du er”.




Petsi Tvørfoss (2004)

Í 2004 var aftur ein føroyingur við í danska Melodi Grand Prix. Tá var tað Petsi Tvørfoss sum við sera fangandi lagnum “Mest når det er regn” luttók. Hon endaði á fimta plássi. Tomas Thordarson við lagnum “Sig det’ løgn“ vann hetta árið.


The Dreams (2008)

Í 2008 luttók pop og rock bólkurin “The Dreams” í kappingini við lagnum “La’ mig være“. Bólkurin sum byrjaði at spæla í 2004 endaði á einum fjórða plássi. Hetta árið vann Simon Mathew við fangandi lagnum “All Night Long”.



Jens Marni Hansen (2010)

Tvey ár seinni, í 2010, luttók okkara egna rockstjørna, Jens Marni Hansen í kappingini við sanginum “Gloria”, sum seinni gjørdist eitt veruligt hitt her heima. Jens Marni Hansen kom tó ikki víðari í hálvfinaluna. “Chanée & N’evergreen” vunnu hetta árið við lagnum “In a Moment Like This”.



Kristel Lisberg (2016)

Í ár verður so Kristel Lisberg ein av teimum tíggju, sum skal syngja um eitt pláss í stóru Eurovision finaluni í Svøríki seinni í ár. Tað verður við lagnum “Who Needs A Heart”, sum av misgáum kom út á tónleikatænastuna Spotify áðrenn tíð. Kristel hevur fyrr roynt seg í danskari tónleikakapping. Hon var við í X Factor í 2012, tó uttan at koma langt, tí dómararnir mettu ikki at tað var rætta staðið fyri hana.

Men kanska Melodi Grand Prix er rætta staðið fyri hana. Tað fáa vit at síggja í kvøld.



(Greinin var fyrstu ferð at lesa á Portalinum 10. januar 2016)