Arsene Wenger takkaði fyri seg við 1-0 sigri í Huddersfield (Mynd: EPA)

Yvirlit: Seinasta umfari leikt

Agnar Frederiksen

13.05.2018 - 16:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

38. og seinasta umfar í Premier League er leikt seinnapartin. Tað var lítil spenningur undan umfarinum. Tað var bert, um Liverpool tapti á heimavølli fyri Brighton og Chelsea vann í Newcastle, at nakað broyttist í mun til seinasta Champions League-plássið. Swansea var ikki matematiskt farið niður, men tað skuldi eitt undur til, um walisiska liðið skuldi bjarga sær.

Hvørki Swansea ella Chelsea megnaði eingongd at vinna, og Liverpool vann trygt á heimavølli ímóti Brighton, har Mohammed Salah skoraði sítt mál nr. 32 í Premier League. Eingin hevur skorað so nógv mál í einum kappingarárið, síðani Premier League byrjaði í 1992. 

Í Huddersfield gav Pierre-Emerick Aubameyang Arsene Wenger eina góða farvælgávu, og í Suður Onglandi kom City, við málið frá Gabriel Jesus djúpt inni í yvirtíðini, uppá 100 stig í Premier League. Liðið hjá Guardiola er suverenur meistari, meðan United, ið heiðraði Micheal Carrick í dag, endar 19 stig aftanfyri nábúgvarnir. Hesi bæði liðini skulu saman við Tottenham og Liverpool spæla í Champions League í ár. Tottenham vann í dag 5-4 á Leicester. Chelsea og Arsenal noyðast at taka til takkar við einum Evropa League-plássi, meðan Burnley eisini skal spæla i kappingini, og tað má metast at vera eittt frálíkt avrik av Sean Dyche og hansara monnum.

Í Southampton leggja tey helst einki í tapið í dag. Liðið er bjargað, meðan Swansea, Stoke og West Bromwich flyta niður. 

Burnley - Bournemouth 1-2(1-0)
Crystal Palace - West Bromwich 2-0(0-0)
Huddersfield - Arsenal 0-1(0-1)
Liverpool - Brighton 4-0(2-0)
Manchester United - Watford 1-0(1-0)
Newcastle - Chelsea 3-0(1-0)
Southampton - Manchester City 0-1(0-0)
Swansea - Stoke 1-2(1-2)
Tottenham - Leicester 5-4(1-2)
West Ham - Everton 3-1(1-0)