Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Beint eftir X Factor finaluna fríggjakvødið varð kunngjørt, at Emilie Esther hevði vunnið ein greiðan sigur á føroyska Jógvani. Nú eru neyvu tølini almannakunngjørd.
Yvirlit er at síggja niðast í greinini.
Longu í fyrstu beinleiðissendingini fekk Jógvan næst fækst atkvøður og var í vandabólkinum fyri at rúka. Dómararnir vildu tó hava hann víðari, og góðu honum ein møguleika afturat. Hetta vísti seg at vera eitt gott val.
Í aðru beinleiðis sendingini fekk Jógvan næstflest atkvøður í halaferðini á Citybois og frammanfyri Emilie Esther.
Ein luttakari ferð út hvørt fríggjakvøld, so dysturin um atkvøðurnar gerst alsamt harðari. Í triðju beinleiðis sendingini lá Jógvan á einum gfjórða plássi. Aftanfyri Emilie Esther, Citybois og Ivarsson, Bang & Neumann.
Í fjórðu beinleiðis sendingini lá hann eisini á fjórða plássi
Í fimtu sendingini hálaði Jógvan seg upp á annað pláss, tó 10.000 atkvøður frá Emilie Esther, sum lá nummar eitt.
Við sanginum hjá Teiti, “Josephine”, sang Jógvan seg inn í hjørtuni á danskarum og varðveitti annað plássi í sættu sendingini. Hesaferð 30.000 atkvøður aftanfyri Emilie Esther.
Í avgerðandi finaluni var tað eisini Emilie Esther vann greitt. Í fyrsta umfari fekk Emilie Esther 192.616 atkvøður, meðan Jógvan fekk 103.152. Bólkurin hjá Blachman, Ivarson, Bang & Neumann fekk 80.729.
Emilie Esther og Jógvan komu víðari til annað umfar og her var tað eisini ein greiður sigur til 15 ára gomlu sangarindunuma sangaran hjá Remee.
Síggj yvirlit niðanfyri:
Fyrsta umfar:
• Emilie Esther 192.616
• Jógvan 103.152
• Ivarsson, Bang & Neumann 80.729 (eingin vandabólkur. Fækst atvøður frá hyggjarunum)
Tilsamans 376.497
Annað umfar:
• Emilie 207.460 (59,8 %)
• Jógvan 139.404 (40,2 %)
Tilsamans 346.954
Atkvøður tilsamans í finaluni (fyrsta og annað umfar) 723.451
Tilsamans 410.944
Tilsamans 338.931