Kyndil vann tepurt í Klaksvík í kvøld, og stríðst framvegis at fáa fatur á Neistanum og H71. Leygardagin er lyklauppgerð í Hoyvík, har teir grønu eru á vitjan.
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Yvirlit: Toppskjúttar, støða og komandi umfar

Agnar Frederiksen

14.03.2018 - 23:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Neistin og Kyndil vunnu í kvøld á ávíkavist StÍF og Team Klaksvík. Hetta ger, at Neistin aftur kemur uppá javnt í stigum við H71, og at frástøðan millum Neistan og Kyndil er tann sama í stríðnum um FM-plássið.

Les meira her: Neistin og Kyndil tryggjaðu sær sigrar í kvøld


Neistin - 
StÍF 35-31(15-11)

Toppskjúttar: Jóannes A. Prestá(StÍF) 11 mál, Carl Herup Olsen(Neistin) 10 mál


Team Klaksvík - Kyndil 19-20(10-11)

Toppskjúttar: Ludvík Súnason(Team Klaksvík) 6 mál, David Edvardsen(Kyndil) 5 mál


Støðan:
Neistin 29(19 dystir)
H71 29 (19 dystir)
Kyndil 22 (18 dystir)
VÍF 18(17 dystir)
Team Klaksvík 14(20 dystir)
StÍF 11(19 dystir)
KÍF 7(18 dystir)

Leygardagin(17/3):
KÍF - VÍF
H71 - Kyndil
(báðir dystirnir byrja kl.18.00)

Sunnudagin(18/3):

Kl.16.00:
Team Klaksvík - Neistin