B68 vann heili 8-0 á TB/FCS/Royn á Svangaskarði - hesir ellivu byrjaðu dystin fyri heimaliðið

(Mynd: b68.fo)

Yvirlit: Úrslit frá fyrsta umfarið

Agnar Frederiksen

11.03.2018 - 11:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fýra dystur í næstbestu deildini hjá monnum vórðu leiktir í gjár. Dysturin á Skála varð útsettur, av tí at tað ikki vóru nøktandi umstøður til linjuverjarnar, tí ov nógvur kavi lá við síðulinjuna. Tað var HB, ið annars var á vitjan hjá uppflytaranum.

Hóast eina góða byrjan so tapti silvurvinnarin frá í fjør greitt ímóti grannunum og niðurflytranum úr ÍF. Fuglfirðingar komu tíðliga afturum 1-0 í Sarpugerði, men vunnu at enda 5-1 og fingu harvið eina góða byrjan í jagstranini eftir uppflyting

Í Runavík vendi heimaliðið 0-2 til 2-2, tá næstbestu liðini hjá NSÍ og KÍ hittust. Útiliðið spældi tað mesta av 2.hálvleiki við tíggju monnum, og endaði dystin við níggju leikarum orsakað av tveimum útvísingum. 

B68 vann stórsigur á næstbesta liðnum hjá Suðringum. Toftamenn sedu útiliðið heim við 8-0 tapið. Men B71 megnaði sum útilið at vinna í Hoyvík. Sandoyingar vunnu í fjør 2.deild, og byrjaðu árið við 1-0 sigri á Giza Hoyvík.


Víkingur - ÍF 1-5(1-3)

NSÍ - KÍ 2-2(0-1)

B68 - TB/FCS/Royn 8-0(6-0)

Giza Hoyvík - B71 0-1(0-1)

Skála - HB(Útsettur)