Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.09.2017 - 20:48

Mentan > List > Myndlist

Fríggjadagin 15. september 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen.

Framsýningin umfatar oljumálningar og vatnlitismyndir.

Fernisering verður fríggjadagin seinnapartin og Hilmar Høgenni, næstformaður í Listafelag Føroya, kemur at røða.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður listamaðurin sjálvur til staðar har møguleiki er at heilsa uppá.

Klassiski guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til miðjan oktober mánaða.