(Mynd: EPA)

Zidane hevur longt sáttmálan við Real Madrid



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.01.2018 - 20:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Franska fótbóltslegendan, Zinedine Zidane, sum er venjari hjá spanska kongafelagnum Real Madrid, hevur skriva undir nýggjan sáttmála við felagið.

Zinedine Zidane hevur vunnið heili 8 út av 10 møguligums teypum síðani hann gjørdist venjari í felagnum. Men tað hevur ikki gingið eftir vild hjá felagnum í hesum kappingarárinum.

Real Madrid liggur nummar 4 í Primera Division, og hevur heili 16 stig upp til kappingarneytarnar úr Barcelona.

Zidane spældi við Real Madrid í árunum 2001-2006 áðrenn hann gavst við fótbóltinum. Hann gjørdist venjari hjá felagnum í januar 2016, tá Carlo Ancelotti bleiv koyrdur. Nýggi sáttmálin bindir hann til felagið til 2020, skrivar Ritzau.