Zlatan Ibrahimovic (Mynd: EPA)

Zlatan vann United EFL Cup steypið

Niels Petersen

26.02.2017 - 18:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Aftur í dag varð tað svenski áleyparin, Zlatan Ibrahimovic sum varð lyklaleikarin hjá Manchester United. Í EFL Cup finaluni á Wembley móti Southampton skoraði hann tvey mál í 3-2 sigrinum hjá United, og hansara seinni mál bleiv tað síðsta málið í dystinum.

Ibrahimovic legði United á odda við einum klassiskum frísparksmáli, áðrenn Jesse Lingard økti um leiðsluna nakrar minuttir undan steðginum. Beint fyri hálvleikssteðgin kom Southampton eisini á máltalvuna, og tað var italski Manolo Gabbiadini, sum skoraði málið. Sami italiumaðurin javnaði stutt eftir steðgin, og restina av hálvleikinum bylgjaði dysturin aftur og fram. Men so sló Ibrahimovic aftur til, og avgjørdi dystin, og vann United steypið.

Mong ivaðust í, um Zlatan Ibrahimovic mundi fara at klára seg nakað serligt í Premier League. Tey flestu ivast ikki longur. Hann hevur skorað hópin av málum, og verið ein av avgjørdu lyklaleikarunum.

Úrslit:

Manchester United - Southampton 3-2 (2-1)

1-0: Zlatan (19.)
2-0: Lingard (38.)
2-1: Gabbiadini (45.)
2-2: Gabbiadini (49.)
3-2: Zlatan (87.)