Zuckerberg (Mynd: EPA)

Zuckerberg viðgongur at mistøk eru gjørd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

22.03.2018 - 08:11

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Stjórin fyri Facebook, Mark Zuckerberg, viðgongur nú, at mistøk eru gjørd í sambandi við samstarvið við dátufyritøkuna Cambridge Analytica.

Um vikuskiftið kom fram, at Facebook hevur strikað kontuna fyri Cambridge Analytica.

Greiningarfyritøkan arbeiddi í 2016 fyri valstríðið hjá Donald Trump í USA og megnaði at ’stjala’ persónligar vangar hjá 50 milliónum brúkarum á Facebook. Í seinastuni er farin fram ein herferð móti leiðsluni í Cambridge Analytica og samstarvsfeløgum teirra, men higartil hevur einki verið at frætt frá sjálvum Facebook.

Í eini dagføring í gjárkvøldið greiddi Mark Zuckerberg frá, at hann og Facebook nú arbeiða við at skilja hvat tað var, ið veruliga hendi.

- Vit hava ábyrgdina av at verja tínar dátur, og um vit ikki megna tað, so hava vit ikki uppiborið at vera til tína tænastu. Eg havi arbeitt við at skilja, júst hvat hendi, og hvussu vit tryggja, at tað ikki hendir aftur, skrivar Mark Zuckerberg.

- Góðu tíðindini eru, at tey mest týðandi stigini fyri at forða fyri, at slíkt hendir aftur, hava vit longu tikið fyri langt tíð síðani. Men vit hava eisini gjørt mistøk. Meir er at gera, og vit skulu gera okkum ómak við tí.

Mark Zuckerberg heldur fram við at greina hendingarnar í málinum við Cambridge Analytica. Ein tilgongd, ið hevur tikið fleiri ár. Hann endar dagføringina á Facebook við at greiða frá viðurskiftunum viðvíkjandi Cambridge Analytica – eitt samstarv, ið hevur vart í fleiri ár. Hann endar við at lýsa tvey tiltøk, sum hann og Facebook skulu gera orsaka av hesum málinum.

- Í fyrsta lagi kanna vit allar appir, ið hava havt atgongd til stórar mongdir av vitan áðrenn vit broyttu okkara pall og avmarkaðu atgongdina í 2014. Vit fara eisini at kanna allar illgrunasamar appir nærri, skrivar Mark Zuckerberg.

- Í øðrum lagi fara vit at avmarka atgongdina til dátur enn meira fyri at forða fyri misbrúki frameftir. Til dømis strika vit atgongdina til tínar dátur, um tú ikki hevur brúkt teirra app í tríggjar mánaðir. Vit avmarka tær dátur, tú gevur í eini app, tá tú innritar teg, til bert at umfata navn, vangamynd og teldupostin, skrivar Mark Zuckerberg.

Facebook-stjórin greiðir eisini frá, at tey eisini broyta reglurnar fyri, nær fyritøkur sleppa at deila privatar dagføringar ella aðrar dátur, skrivar dr.dk.