Innanlands

Borgarin landar í Fuglafirði

Borgarin skal landa 1100 tons til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-01-27 19:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir landa veiðuna - 1100 tons, til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið Borgarin hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder