Tá húsakeypið verður ein marra - 3. partur

Einki er so ringt, at tað ikki gott fyri okkurt, ikki so? Men NÚ vilja vit ikki hava fleiri stórar avbjóðingar

Tá húsakeypið verður ein marra - 3. partur
2020-07-01 22:18 Author image
Anna Elinborgardóttir Sewohl 2020-07-01 22:18

Tá ið vit reistu sperrir og høvdu presendingar yvir øllum húsinum, fingu vit ein vatnskaða. Nakrir dagar áðrenn undirtakið var lagt á, var stormur í eitt samdøgur. Umframt at tað var stormur, so regnaði tað eisini illa. Av tí at tað var so nógvur vindur, skrædnaði onkrar av presendingunum og hetta hevði við sær, at tað regnaði inn í húsini.

Vit fingu heldigvís dekkað tað mesta aftur og syrgt fyri, at skaðin ikki gjørdist størri, men regnið hevur runnið niður eftir vindeygunum inni í stovuni og niður í millum avhyljingina og gólvið. Gólvini í stovuni eru oyðiløgd og máttu takast av og mugu skiftast, men heldigvís hevur tryggingin dekkað skaðan og tey skifta gólvini, tá ið vit eru liðug vid húsini, so vit eru sera lætnað. Frá tí at skaðin hendi og vit meldaðu hann inn til tryggingina og til vit fingu svar, var ikki ein stuttlig tíð. Vit fóru at ivast í, um vit aftur nú skuldu brúka meira pening enn væntað.

Les 1. part her

Les 2. part her

[object Object]

Sum eg lovaði í seinasta blogginum, so fari eg at greiða frá, hvat fyri tilfar vit hava valt at brúkt til húsini.

Isolering: Knauf Ecobatt

Lætt at arbeiða við og skriðar ikki so illa, tá ið arbeitt verður við tí.  Eisini er tað tiltalandi, at tað er umhvørvisvinarligt.

Loft: Troldtektloft

Av tí at vit hava 6 metur upp til húsamønina er tað sera týdningarmikið fyri okkum, at akustikkurin er góður. Vit hava valt hvítar ’ultrafin’ troldtekt plátur, ið hava góðan kvalitet. Vit fara eisini at seta troldtektplátur upp í garaguni og í úthanginum á terrassuni í eitt sindur grovari strukturi, men eisini við hvítum troldtektsplátum. Áðrenn umvælinginar høvdu vit gipsað loftið og uml. 4 metur upp til húsamøn og tað larmaði og ekkóaði illa.

Galvur og vindskeið: Hardie plank.

Hardie Plank er trælíknandi etanit, sum er næstan viðlíkahaldsfrítt. Tað skal ikki málast ella hava olju á, so tað er deiligt at sleppa frá tí. Vindskeiðið skal vera hvítt og galvurin antracitgráur, sum passar væl til okkara ljósagráu pussaðu hús vid hvítum vindeygum

Taksteinar: Ravensberger Light frá Meyer Holsen (Svartir mattir lættvekstaksteinar)

Tað var ikki eitt krav, at tað skuldu vera lættvekstaksteinar, men tað vóru nógvir at velja í millum og so haldi eg, at timburmenninir vóru glaðir fyri, at vit høvdu valt júst teir til okkara stóra tak.

Vindeygu: Vit hava bílagt KPK vindeygu, sum skulu í galvin í báðum endum.

Í stovuni skulu vit hava vit tvey stór trýkantað vindeygu á ca 200x200 cm og í kømrunum á 1. hædd hava vit 2 avlang KPK vindeygu á 200x60 cm. Har umframt hava vit Velux tak vindeygu -  eitt í hvørjum kamari á 1. hædd, tvey á hemsinum eitt hvørjari síðu og fýra í stovuni - tvey hvørjari síðu og vi motori so vit kunnu lata vindeyuni aftur við fjarstýring.

Trappa: Enn eru vit ikki heilt samd um, hvørja trappu vit skulu hava, men tad skal helst vera ein vøkur og samstundis ikki ein ov brøtt trappa, so her mugu vit finna eina góða loysn.

[object Object]

[object Object]

Timburmenninir eru skjótt lidnir og vænta seg hava eina ella tvær vikur eftir at arbeiða í. Næstan allir taksteinarnir eru lagdir á, takvindeyguni eru løgd í og tað er gjørt klárt til galvvindeyguni. Eg gleði meg til teir eru lidnir, tí at so sleppa vit at fara í gongd vid tað, ið vit skulu gera sjálvi. Kanska gleði eg meg mest til at ikki hava fólk gangandi her alla tíðina, hóast vit hava nakrir raskir og fittir hondverkarir gangandi.

Eg veit ikki, um tað ikki er so vanligt í Danmark at forkela hondverkarar, men teir eru hvørtfall glaðir og yvirraskaðir hvørja ferð vit bera teimum okkurt at sløkkja tostan við ella geva teimum okkurt lekkurt omaná. Vit gera teimum kaffi hvønn morgun, áðrenn vit fara til arbeidis og viðhvørt fáa teir køku, ís, sodavatn ella okkurt annaðvgott. Eg trúgvi, at um teir fáa góda móttøku, so stremba teir eisini eftir at gera eitt gott arbeiði fyri okkum.

Næstu ferð eg fari at skriva um húsini her á hús og heim, eru vit vónandi komin eitt sindur longri í uppbyggingini, so at eg kann taka fleiri myndir, sum ikki bara líkjast einum byggiplássi.

Á mínum instagramvanga leggi eg av og á filmar út av húsinum. So um tit hava spurningar ella ynskja at forvitnast so kunnu tit fylgja við á mínum Instragram vanga: @annas_hverdags_peaks.

[object Object]