Húsaeigari í 30 ár: Valdi at keypa sær viðlíkahaldsfría íbúð

Arbeiðið hjá mær fyllir rættiliga nógv og tað er ikki líka nógv tíð og orka til hús, heim og urtagarð

Húsaeigari í 30 ár: Valdi at keypa sær viðlíkahaldsfría íbúð
2020-07-03 20:02 Author image
Mary Antonsdóttir 2020-07-03 20:02

Eftir at hava verið húsaeigari í 30 ár, hugsaði eg við mær sjálvari, at tað kundi verið hóskandi at keypt mær eina nýggja viðlíkahaldsfría íbúð. Arbeiðið hjá mær fyllir rættiliga nógv og tað er ikki líka nógv tíð og orka til hús, heim og urtagarð. Eg leitaði leingi á heimasíðum, ið selja íbúðir og fann so eina frá Skyn, ið hóskar til mína familju í stødd, við fantastiskum útsýni, ið eg seti sum eina treyt, fyri trivna.

[object Object]

[object Object]

Íbúðin er deiliga rúmlig við 91 fermetrum og tað fyrsta ein leggur til merkis, er at tað er so høgt millum loft og gólv, ið ger hana so luftiga og rúmliga. Tá eg skal greiða frá, hvar í Hoyvík vit búgva, er tað ein løtt uppgáva.

Vit eru tey einastu á Karlamagnusarbreyt, ið hava reyðar altanir/svalar. Eg elski mína reyðu altan og eri har, so ofta tað ber til. Hurðin er ofta opin út til altanina, tí hundurin elskar at fara út har at leggja seg. Íbúðin er arkitektteknað og hevur baðirúm, stovu við opnum køki, tvey rúmlig kømur. Allar nútímans hentleikar, so sum lyfta til hvørja uppgongd, luftventilatión og gólvhita.

Tað allar týdningarmesta fyri meg, umframt at sonurin, verdóttirin og mín elskaði ommusonur búgva beint við, var at her eru góð parkeringsviðurskiftir, ímun til aðrastaðni á Karlamagnusarbreyt, har parkeringsviðurskiftini, í summum førum, eru heilt út av lagi vánalig. Sum fyrrverandi húsaeigari, havi eg samlað mær nógv nipsting ígjøgnum ár og dag. Sum ein í familjuni tók til, tá vit vóru og ferðaðust, og eg hevði keypt mær onkran brúkslut/nipsting, “hvat skalt tú blaka vekk heima fyri at fáa pláss fyri hasum”?.

Øll skáp í húsunum vóru á tremur við alskyns tingum og nógv var at støva av, tá tað skuldi gerast reint. Eg gjørdi av, at keypa nýggjar møblar til íbúðina og valdi ein minimalistiskan stíl. Allir mínir 30 vasar og 40 ljósastakar fluttu ikki inn við. Eg innrættaði meg so hvørt, keypti ikki alt ísenn og fekk góða vegleiðing frá verdóttrini, soninum og Idemøblum (Beintu og Atla), ið gjørdi sær góðan ómak at leita eftir júst tí, sum hóskaði til mín. Skrivaraborðið/stigareólin eri eg serliga glað fyri. Eg arbeiði nógv um kvøldarnar í telduni, og tað var keðiligt at hava telduna standandi og órudda á køksborðinum.

[object Object]

Hetta skrivaraborðið er sera pyntiligt og elegant, ið ger at tað ikki sær út sum ein skrivstova inni í stovuni. Hetta kann eg viðmæla øllum, ið sita nógv við telduni og kanska ikki hava skrivaraborð inni í kamarinum. Sofan er sera góð at sita í og chaiselongin ger, at tvey kunnu slanga sær ísenn, meðan Dagur og Vika er á skránni.

[object Object]

Eldri sonurin fekk yvirtalað meg at keypa Piet Hein ellipse spísiborðið og Arne Jacobsen stólarnar. Uppiyvir borðinum hongur Lois Poulsen lampan, ið hóskar til borð og stólar. Svanastólurin er prikkurin yvir i’iðnum í stovuni. Har siti eg og njóti útsýnið og filosoferi um lívið og slappi av eina løtu. Eg havi valt at seta standlampuna frá Lois Poulsen við síðurnar av stólinum, og haldi at hesi rigga væl saman. Uppiyvir durinum í stovuni, hongur einklað og stílreinað klokkan frá Arne Jacobsen.

[object Object]

Í goymlsurúminum valdu vit at hava eitt walk in closet, og hetta rúmið eri eg serliga glað fyri. Eg hugdi leingi eftir hvørja song, eg skuldi keypa mær og valdi so eina Tempur song við elevatión, ið eg ikki havi angrað. Ein brúkar ein stóran part av lívinum í songini, og tískil skal ein ikki spara uppá komfort, tí einki er so deiligt, sum at vakna úthvíldur og væl tilpassaður til ein nýggjan dag. Í kamarinum hjá mær og tí hjá soninum hava vit eisini rúmlig klæðiskáp, og inni hjá mær, á gólvinum í klæðiskápinum stendur dustsúgvari og vaskispann, sum verður krógvað av hurðini til klæðiskápið. Ofta sær mann dustsúgvara o.a standa frammi, tá mann býr í íbúð, um mann ikki er so heppin at hava eitt goymslurúm. Her er alt goymt vekk av vegnum.

[object Object]

Vit eru so heppin, at hava tvey goymslurúm, har tað eina er niðri í kjallaranum/felagsrúminum. Har er møguleiki at seta eina frystiboks og annars alt tað ein vil goyma. Goymslurúmini og felagsrúmið í kjallaranum eru hvít málaði og epoxy koyrt á gólvið. Hendan loysnin eg havi valt, er tann rætta fyri meg og míni.

Eg elski mína nýggju íbúð og fegnist samstundis yvir, at eg havi fittar grannar. Her í Hoyvík er gott at búgva.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]