Fá mest burtur úr tínum kvadratmetrum

Tað ræður um, at hugsa seg væl um, tá innrættað verður fyri fáa sum mest burturúr

Fá mest burtur úr tínum kvadratmetrum

Skilaveggurin er eisini ein reol, sum vendir ímóti sofuni. Hetta gagnnýtir plássið væl

2020-10-09 22:38 Author image
Birita Sjúrðaberg 2020-10-09 22:38

Bústaðarmarknaðurin í Føroyum er øktur nógv tey seinastu árini. Alsamt fleiri fólk velja Føroyar at búleikast í og leita sær tí eftir einum heimi at búgva í. Summi flyta í hús, og onnur í íbúð. Flestu íbúðirnar eru helst ikki hóskandi í stødd til eina stóra barnafamilju, og tí kann tað tykjast trupult fyri summar familjur at innrætta íbúðina eftir teirra tørvi. Tí ræður tað um, at hugsa seg væl um, tá innrættað verður og hetta fyri at fáa sum mest burturúr.

At búgva í eini lítlari íbúð, nýtist als ikki at vera keðiligt. Við góðum og skapandi loysnum, kanst tú meiri enn so, bæði búgva smátt og gott. Men tað kann vera ein avbjóðing at finna útav, hvussu ein á bestan hátt innrættar, tá ið kvadratmetrarnir eru fáir, og ynskini kanska eru mong.

Um tú ikki hevur nógv pláss

Rudda út
Tá ein býr smátt, slepst ikki undan at raðfesta, hvørjir lutir, tú í veruleikanum hevur tørv á. Tí er skilagott at sleppa tær av við lutir, ið tú ikki hevur tilknýti til, og sum als ikki verða nýttir. Varðveit bert tað, ið tú veruliga ert glað/ur fyri. Til ber at selja nøkur av tingunum, lata teir til endurnýtslu handil ella geva onkrum burturav, ið fær gleði av tí.

Funktionelt innbúgv
Tá ein býr smátt, er skilabest at hava innbúgv við fleiri funktiónum og kreativum loysnum. Eitt sum er mest umráðandi, tá ið man býr smátt, er at hava so nógv av goymsluplássi sum møguligt. Tá plássið er avmarkað, kann tað eisini vera trupult at finna innbúgv, ið passar inn. Tí er tað eitt gott hugskot at gera nakað av innbúgvinum sjálvi, ella fáa snikkara at gera innbúgvið, soleiðis at tað passar júst til tykkara tørv.

[object Object]

Omanfyri sæst dømi, har plássið veruliga verður gagnnýtt. Bonkurin er heimagjørdur og passar júst har hann skal verða. Hann hýsir eisini fleiri fólkum, enn um har bert vóru stólar. Harafturat er goymsla í bonkinum. Síðani er ein heimagjørd reol bygt rundanum, fyri at fáa enn meira goymslupláss. Sera praktiskt er eisini við hurðum í reolini. Av tí sama kunnu summir lutir goymast burtur og nýtast ikki at verða sýndir fram. Hetta ger eisini, at tað sær meira einkult og ruddiligt út. Ein slík reol kann lættliga gerast úr vørum frá trævarefabrikernes udsalg, ið nema umboðar.

[object Object]Heimagjørd sofa við goymslurúmi undir. Hon er gjørd úr tilfari frá trævarefabrikernes udsalg.

Hevur tú børn, ið noyðast at deila kamar, er tað eitt gott hugskot at geva teimum eina koyggjusong. Við at hava koyggjusong, er pláss fyri t.d leikum o.ø undir songini. Um koyggjusong ikki er ein møguleiki, kann man ístaðin hava eina song, ið hevur skuffur undir til goymslu.

[object Object]

Hurðar

Hurðar brúka meira pláss, enn hvat ein gevur sær far um. Tak tí hurðar av, har tað ikki er neyðugt, at hava hurð í. Um tær ikki dámar tankan um, at tú onga hurð hevur, so kundi tú umhugsað innihurðar við rútum í.

[object Object]Omanfyri sæst dømi, har hurðin er tikin úr. Av tí sama kennist plássið rúmligari og ljósari.

[object Object]@_mernee Glashurðar millum køk og stovu. Meira ljós kemur inn, enn um her bert var ein vanlig hurð ímillum.

Tað gerst ikki meira privat, hóast man velur hava hurðar við rúti í, men tað er  ljóðdempandi, ljósari og minni inniklemmað, enn um man hevur eina vanliga hurð.

Prei til tín, sum ikki hevur nógv pláss

• Brúka eitt gamalt skrín sum sofaborð, ella brúka stórar kassar við loki á, sum t.d  sofa- ella náttborð. Hetta fyri at fáa meira goymslupláss.

• Innrætta einkult og tryggja tær, at tú fært gingið runt um tínir møblar, soleiðis, at tað ikki er alt ov trongt.

• Hevur tú heilt lítið av plássi, kanst tú hava kassar til goymslu við hjólum undir, at hava undir sofuni og songini.

• Brúka fegin vakrar eskjur, eitt nú frá HAY, so tú kanst goyma ymiskt í.

• Fyri at tað skal virka luftigari inni, kanst tú mála veggirnar hvítar. Hevur tú møguleika at mála gólvið, gevur hvítt/ljósagrátt gólv eitt lættari úttrykk og rúmið virkar størri. Samstundis koma møblarnir ofta betur til sín rætt tá. Nýt prýðislutir so sum pútur, teppi og nips at fríska rúmið við.

[object Object]@trinesblend Lætt og ljóst við hvítum gólvið. Farvurnar á innbúgvinum koma til sín rætt.

 

--------

[object Object]

Birita Sjúrðaberg

Eg starvist á goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.