Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum

Partur 3: Nú er gongin og grovkøkurin á skránni

Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum

(Mynd: André Blinkilde/TV 2)

2020-10-12 20:47 Author image
Sunnvá Dahl Rasmussen 2020-10-12 20:47

Annar partur av ‘Nybyggerne’ varð vístur mikudagin. Har vóru Martin og eg í holt við gongina/grovkøkin, ið vit høvdu trý samdøgur til.

Les eisini:

Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv

Uppgávan at gera eina inngongd og ein grovkøk í einum, var ein stór avbjóðing. Fyri okkum kann ein grovkøkur vera eitt sindur óruddiligur. Ein grovkøkur verður ofta nýttur til praktiskt brúk og sum oftast eisini at vaska klæðir í. Fyri okkum hevur gongin nógv at siga, tí tað er her fólk fáa fyrstu fatanina av okkum báðum og okkara heimi. Gongin skal helst vera noslig og ruddilig, meðan grovkøkurin væl kann vera óruddiligur. Vit hugsaðu nógv um hvussu vit skuldu samanseta hesi bæði rúmini, ið fyri okkum, hava tvær ymiskar funktiónir.

[object Object]

Í gongini varð avgjørt frammanundan hvar vask og vaskimaskina skuldi vera. Av tí, at ein stór eltalva stóð í tí eina horninum í gongini, vistu vit, at eitt høgt skáp av einum ella øðrum slagi, mátti vera har. Tað er lógboðið, at ein skal til eina og hvørja tíð sleppa framat el-talvuni. Tí valdu vit at gera skjótihurðar allan vegin, so vit bæði kundu goyma eltalvuna, klædnaskápið og grovkøkin. El talvan var í eina endanum av rúminum og grovkøkurin í hinum. Í miðjuni høvdu vit tí pláss fyri einum klædnaskapið til yvirklæðir.

Tað var týdningarmikið fyri okkum at hava náttúruna við í gongini. Vit ynsktu, at tey, ið traðkaðu inn í gongina hjá okkum skuldi fáa eina kenslu av hvørji vit eru sum persónar, og her eisini síggja eitt sindur av Føroyum.

[object Object]

Tey, ið hugdu við mikudagin sóu, at vit høvdu eina stóra avbjóðing við gólvinum. Vit valdu eina sera serstaka loysn, ið ikki ein og hvør hoppar útí.

Við íblástri av teimum føroysku grótbrotunum, valdu vit at leggja eitt steingólv. Vit leitaðu leingi eftir flisum, ið høvdu eitt stein ‘look’ tó uttan eydnu. Vit keyptu brotflisar, ið vanliga verða nýttir uttandurða og løgdu teir, sum eitt gólv inni í gongini. Fyrsti trupulleikin við brotflisunum var, at teir vóru sera ójavnir í tjyktini. Næsti trupulleikin var, at vit ikki høvdu hóming av, hvussu teir skuldu leggjast. Nógvir vóru spurningarnir; Hvussu fáa vit teir javnar? Hvussu fáa vit teir fastar? Hvat skulu vit nýta sum fugu?

[object Object]

Einki varð at finna á netinum um, hvussu vit skuldu leggja gólvið, so vit máttu royna sum fragast. Vit vistu, at vit vóru sera tíðarpressað, og at brotflisarnir komu annan dagin. Av tí sama máttu vit byggja alt tað, ið skuldi vera aftanfyri skjótihurðarnar tann fyrsta dagin, so klárt var at leggja gólv dagin eftir. Teir næstu tveir dagarnar brúktu vit uppá at leggja gólvið.

Høvdu vit vitað hvussu stór ein verkætlan gólvið fór at vera, høvdu vit ongantíð valt ta loysnina.

Av tí, at gólvið tók so nógv av orkuni, fóru vit ikki í holt við bonkin í gongini fyrr enn á leið klokkan fýra, náttina áðrenn vit skuldu avhenda rúmið. Tað tók Martin áleið tríggjar tímar, so stóð bonkurin har. Tað haldi eg er sera væl úr hondum greitt.

[object Object]

Um nakar av tykkum ætlar tykkum í holt við eina tílíka verkætlan, so vil eg mæla tykkum til at geva tykkum góðar stundir, og at velja eina fugu, ið er fínari enn tann, ið vit valdu. Ein fínari fuga ger gólvið eitt sindur minni ‘rustikt’, sum dómarirnir kallaðu tað.

Alt í alt eru vit sera væl nøgd við úrslitið og alt tað, ið vit megnaðu at byggja upp á bert trý samdøgur.

Mikudagin verður triðja sending víst, og tá fara vit at innrætta vesi. Vónandi hava tit hug at fylgja við tá. Vit hoyrast aftur um eina viku.

// Sunnvá

 

------

 

[object Object]

Navn: Sunnvá Dahl Rasmussen

Aldur: 25 ár

Stutt lýsing: Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.

Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.

Instagram: @Sunnvadahlrasmussen

Facebook síða: Nybyggerne - Sunnvá & Martin