Heimagjørd bókahill til barnakamarið

Fyri barnið, er perman á bókini týdningarmiklast og tann í fangar, framm um bókaryggin.

Heimagjørd bókahill til barnakamarið
2021-03-10 20:02 Author image
Sóley Dimon 2021-03-10 20:02

Hevur tú eitt barn, ið dámar væl at lesa og hyggja í bøkur, so kann samlingin av vøkrum, stuttligum og litríkum barnabókum gerast stór og ikki altíð líka løtt at herberga á lítla barnakamarinum.

Fyri barnið, er perman á bókini týdningarmiklast og tann í fangar, framm um bókaryggin.

[object Object]

Við hesari bókahillini, gerast bøkurnar sjónligar, atkomuligar og tekkjandi fyri barnaeyga. Hon príðir veggin í barnakamarinum, við nógvum ymiskum litum og gagnnýtir veggjapláss í trongum hornum.

Eftir at hava hugt á pinterest appina, fyri at fáa íblátur til eina bókahill til kamarið hjá okkara 3 ára gamla soni, fekk eg sjeikin at byggja honum hesa hillina.

[object Object]

Hetta er soleiðis vit hava gjørt, við mátum, ið passa har vit skuldu hava hillina, men hon kann hækkast, lækkast ella hava onnur mát, alt eftir, hvat man sjálvur ynskir.

Tilfar vit hava brúkt:

Síðurnar og hillarnar eru av høvlaðum furuviði 90x15mm

Rundstokkurin er 20mm 

2 stk á 2000mm (A)

6 stk á 690mm (B)

5 stk á 690mm (C)

34 stk skrúvur – ikki ov sverar (D)

4 stk vinkulbesløg 30x30mm + skrúvur til besløg (E)

Amboð:

Kapp-/geringsag

Skrúvumaskinu

3mm bor

Sandpapír – korn 240 og korn 400

 

Tilgongd:

1. Kappa brettini og rundstokkin í longd.

2. Máta upp og merk av hvar hillarnar og rundstokkarnar skulu vera á síðunum.

3. Bora fyri við 3mm bori har skrúvurnar skulu festast ígjøgnum síðurnar (A).

4. Bora fyri við 3 mm bori mitt í rundstokkin (C).

5. Legg síðurnar (A), niðastu hill og ovasta bretti (B) á gólvið, so at tú fær bora fyri í hillina og bretti ígjøgnum holini í síðunum og set skrúvur í niðastu hill og ovasta bretti so ramman er liðug.

6. Skrúva síðani allar hillarnar fastar og somuleiðis við rundstokkinum.

7. Pussa reolina eftir tørvi.

8. Fest hana í veggin við vinkulbesløgum.

[object Object]

Stutt um meg

Eg eiti Sóley Dimon og eri 30 ára gomul, búgvi í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava vit tveir synir. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist í barnagarðinum Mýrifípan.Mær dámar sera væl at vera kreativ og baka.

Instagram: sdimon_kokur