Uppskrift: Fittar páskakoppakøkur
Stuttligt at gera við børnunum

Hesar fittu páskakaninurnar kanst tú gera í páskafrítíðini saman við børnunum. Tær eru bæði nemmar og stuttligar at gera.
Tilfar til 12 stk.
115 g mjøl
1 ½ tsk bakipulvur
115 g bleytt smør
115 g sukur
2 egg
Fínt rivið skal av einari vistfrøðiligari sitrón
2 spsk mjólk
Hvítt sjokoláta smørkrem:
230 g smør
150 g hvít sjokoláta
1 tsk vanilju ekstrakt
440 g flormelis
Soleiðis gert tú:
Tendra ovnin á 190 stig
Síla mjøl og bakipulvur í ein bolla. Koyr síðani smør, sukur, egg, sitrónskal og mjólk í og píska alt væl saman. Koyr deiggið í koppakøkuformar við eini skeið.
Baka køkurnar í 16 – 20 min ella til tær eru rísnar og gyltar. Lat tær kólna áðrenn kremið verður koyrt á.
Kremið:
Píska smørið til tað er ljóst og kremut.
Koyr vanilju ekstrakt og helvtina av flormelisinum í smørið og píska.
Stoyt síðan restina av flormelisinum í og píska aftur.
Smelta sjokolátuna og lat kólna eitt sindur.
Koyr smeltaðu sjokolátina í og píska til tað er javnt og bleytt.
Um smørkremið tykist ov turt, kann eitt sindur av mjólk latast í.
Pynt:
Sukur
Pastafarva
Skúmgæti
Kokus
Sukureygu
Krymmel
Koyr sukur og pastafarvu í ein plastikposa. Arbeið tað væl saman og rist posan av og á.
Klipp síðani skúmgætið skrátt sum víst á myndini.
Dippa tann klipta endan niður í litaða sukurið.
Sproyta smørkremið á koppakøkurnar og dippa tær í kokus so tað dekkar kremið.
Set síðan oyrini, eyguni, nøsina og snoddhárini á.
Stutt um meg
Eg eiti Sóley Dimon og eri 30 ára gomul, búgvi í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava vit tveir synir. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist í barnagarðinum Mýrifípan. Mær dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabba, ið allir vóru kondittarir.
Instagram: baksturogkrea_ur_gamlabo