2019-10-09 20:35 Author image
Mona Breckmann 2019-10-09 20:35

Um meg

[object Object]

Mona Breckmann er sálarfrøðilesandi í USA. Hon hevur rikið fyritøkuna MonaSolo í 5 ár har hon leggur dent á sálarliga og fysiska heilsu. Hon hevur vant og coach’að yvir 1000 fólk ígjøgnum seinastu árini. Síðsta ár tók hon avgerð at kava djypri í tað sálarliga sjónarmiðið við at lesa til sálarfrøðing. Í tilgongdini har hon skuldi flyta til USA at lesa, møtti hon amerikanarinum Hugh, ið nú er farin niður á eitt knæ og skulu tey giftast í Juni 2020. Mona hevur gingið við til at deila ferðina til stóra dagin við tykkum lesarum, har hon fer at deila ráð, mannagongdir, men eisini tankar, ið fylgja við tá eitt brúdleyp skal leggjast til rættis.

Hann fór niður á eitt knæ um morgunin, á mínum føðingardegi, ímeðan eg segði farvæl í hurðini og skuldi fara í skúla.

Eg skal giftast, við einum armerikanara, sum eitur Hugh og eg eri blivin spurd um eg havi hug at deila mína ferð við tykkum, nú stóri dagurin verður um uml. 9 mðr.

Ringurin

Tey ið kenna meg, vita at eg ikki gangi við serliga nógvum hond, háls og oyra prýði. Mær dámar tað, ið er einfalt og lítið. Nú mugu vit minnast til, at Hugh er úr USA. Amerikanski brúdleyps og diamant marknaðurin er skít svakur. Eg fekk Hugh, at lova mær, ikki at rinda ov nógv fyri ein ring.

Vit vóru í Føroyum í summar. Hann og svágur mín fóru í Niels L. Arge (har mamma arbeiddi í nógv ár sum ung) og keypti mær ein fittan, einkultan, lítlan ring. Hann kunndi ikki verið meira fullkomin.

[object Object]

Ætlanin við mínum blogguppsløgum

Sum flest vita, eru tað nógv ting, ið skulu fyrireikast til eitt brúdleyp.
Eg eri ikki eingongd ordiliga byrjað, men havi fingið at vita frá vinkonum, at eg má byrja beint nú.

At fyrireika eitt tiltak dámar mær sera væl og tað fellur mær lætt. Tó havi eg ein veikleika. Eg havi einki eyga fyri hvat sær pent út, hvat hóskar saman, hvussu man pyntar, innrættar osfr. Gud hevur vælsignað meg við nógvum góðum, ið eg eri sera takksomn fyri, men eyga fyri litum og vøkrum innrættingum havi eg einki av.

Heldigvís havi eg góðar vinkonur, ið tora at siga: “Nei, altso Mona hatta er virkuliga ljótt!”

So er spurningurin sjálvandi, hvar skal ein byrja? Eg veit ikki heilt sjálv, men eg fari at gera mítt besta at blogga um ferðina til brúðardagin fyri tykkum øllum.

[object Object]

Ætlanin er, at bæði koma við ráðum út frá hvussu eg havi gjørt ting, men eisini hugleiðinginar, ið koma upp so hvørt. Eg komi ivaleyst at spyrja tykkum lesarar um hvat tit halda um ymiskt og vónandi kunnu tit hjálpa mær við íblástri til ymiskt! Tað hevði verið nokkso stuttligt ha? Helst til tykkum kvinnur, ið eru fantastiska kreativar, tá tað kemur til pynt, at seta litir saman, stuttlig smáting, ið eg ikki havi heila førleika fyri (hehehe).

Hvat er fyrireikað higartil?

Vanliga hevur brúðurin longu fyrireikað brúdleyp sítt áðrenn hon hevur møtt sínum einasta eina, ja kanska heilt síðani hon var smágenta. Eg veit um nógvar ið hava eitt privat Pinterest “board”, fult av brúðarpinnum. Hetta er tíverri ikki eg. Heldigvís havi eg eina kula vinkonu, ið næstan er meira spent enn eg til brúdleypið, ið hevur gjørt mær “Pinterest boards” og hon pinnar nýggj ting í heilum (hey Bjørt ;).

Fyri meg er tað sera týdningarmikið at gera alt í samráðing við maka mín. Tað ger alt nógv meira stuttligt. Av tí at Hugh arbeiðir í Miðeystri tað mesta av árinum, fyrigongur nógv av samskiftinum ígjøgnum telefon. Tá hann er heima verður tað mesta fyrireika. Tó kann eg ikki bíða inntil hann kemur heim hvørjaferð, tí tað er ikki nóg nógv tíð til tað. Vit hava bert 9 mánaðar áðrenn brúðardagin.

Eg havi spurt hann um tey mest umráðandi tingini og heldigvís eru vit samd í øllum, tá tað kemur til uppsetanina og tey mest praktisku tingini hjá brúdleypinum. Av tí brúdleypið verður í Føroyum komi eg at planleggja tað mesta. 

[object Object]

Hvar skal ein byrja?

Eg ani tað ikki og eg veit heldur ikki um eg geri nakað rætt (lol).

Men eg havi gjørt ein lista til tey tingini, ið eru møgulig at gera beint nú, ímeðan eg bíði eftir einari endaligari dagfesting til brúðardagin:

Fíggjarætlan: Vit eru samd í at vit ikki brúka meira enn 80.000 kr. (Her er flogferðir úr USA aftur og fram við).

Vit brúka geniala excel arkið hjá brudleyp.fo - Tak niður her 

Seta ein dato: Higartil hava vit funnið dagin, 27. juni 2020. Tó er hetta ikki endaliga avgjørt vegna arbeiði hjá Hugh. Endaliga dagfesting verður sett um 2 vikur. 

Gestalistin: Vit hava gjørt fyrsta kladdu av hvør sínum gestalista. Vit fara at royna at hava 130 gestir. Av tí vit bæði kenna nógv fólk og hava eina stóra familju, verður hetta rættiliga torført. Fyrsta kladdan er risastór. Vit eru í holt við at fínpussa nú og komi eg ivaleyst at blogga um ta mannagongdina.

Brúðarkort: Her hava vit longu tikið avgerð um, at gera nakað heilt øðrvísi enn hvat er vanligt. Av tí vit kenna nógv fólk ið verða boðin til brúdleypið runt allan heimin, hava vit tikið avgerð um ikki at senda brúðarkort út. Ístaðin fari eg at gera eina heimasíðu til tey, ið eru bjóðað við allari kunning. Hetta fari eg at blogga um seinni. 

Brúðarkjólin: Eg eri so errin av at kunna siga, at eg fari at brúka brúðarkjólan hjá mammu. Eg fari at fáa onkran at seyma hann eitt sindur um her í USA og eg gleði meg at deila tað mannagongdina við tykkum. 

[object Object]

Hetta er satt at siga alt eg havi havt tíð at fyrireikað tær seinastu 2-3 vikurnar. So skjótt ein dato er settur á, verður lættari at bíleggja alt annað: Vígslustað (samkomuhús), veitsluhøli, catering/kokk, frisør (hey Ásla) og alt annað, ið fylgir við. Tað er sjálvsagt torført at bíleggja fólk, støð o.a. uttan at hava ein endaligan dato.

Tit eru vælkomin at fylgja mær á Instagram @mona.breckmann har eg plagi at deila eitt sindur av gerandisdegnum hjá mær á MyStory og við myndum.

Hava tit viðmerkingar til hendan blogpostin eru tit vælkomin at viðmerkja undir upplegginum úti á Facebook síðuni hjá brúdleyp.fo.