2019-12-01 20:01 Author image
Brúdleyp 2019-12-01 20:01

Nøvn á brúðarparinum: Rebekka Ósá Petersen og Johannes Petersen.

[object Object]

Stutt lýsing: Johannes var búsitandi á Viðareiði áðrenn vit blivu gift og hann arbeitti tá við aling. Tá vit blivu gift, flutti hann til Havnar og fekk arbeiði sum timburlærlingur hjá Eysturlon.

Eg (Rebekka), arbeiði sum frisørlærlingur í Køtlum Hárfríðkan. Eg mangli lítið av lærutíðini, men eri í løtuni í barsil.

Vit eru trúgvandi og ganga í Hebron á Argjum. Vit eiga ein son sum eitur Lukas, bleiv føddur 18. juni í ár.

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu? Johannes spurdi meg.

Hvussu reageraði tann, sum bleiv spurdur, tá hin parturin spurdi teg um at giftast? Eg bleiv eitt sindur kløkk fyrst, tí eg hevði ikki væntað tað. Vit høvdu ikki snakkað um tað áðrenn. Men so bleiv eg eisini glað, og segði sjálvandi ja.

Vit vóru ringforlovadi í umleið hálvtannað ár áðrenn vit blivu gift.

Dato fyri vígsluna: 24. mars 2016

Gestir til veitsluna: Næstan 100 fólk

Vígsla: Hebron á Argjum

[object Object]

Veitslan bleiv hildin: Róðrarneysti á Argjum. Vit høvdu reseptión eftir vígsluna, og um kvøldi var tað fyri innbodnum.

Fíggjarætlan: Vit royndu fáa tað fyri ein hampiligan prís. Fingu so góða hjálp frá familju og vinum. Fólk komu við kakum og mati.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?: Johannes hevði ikki so stóra meining um hvussu vit hildu brudleypið, men eg vildi gjarna gera nógv burtur úr. Eg ynskti at gera tad til ein serligan og ógloymandi góðan dag. 

[object Object]

Fráreiðing um brúðardagin

Dagurin hjá mær byrjaði í Stjørnuskotinum vid lekrum morgunmati og fekk hárið krúllað og sett. Kendi meg so forkelaða. Fekk siðani lagt sminku á í Makeupstore. Eg hevði aldrin verið fyrr so nøgd vid mítt hár og sminku sum tann dagin. So eg var so glað fyri tað. Tað hevur so nógv at siga, at man følir seg vøl á sínum stóra degi.

Eg lat meg í kjólan har, og Sarah (fotografurin) var longu við mær frá byrjan og tók myndir.

Tá eg møtti upp til vígsluna stóð babba klárur at leiða meg inn. Eg minnst at tá vit gingu inn var eg glað at síggja hvussu nógv fólk vóru komin at halda dagin við okkum, salurin var ordiliga fullur. 

Tað var ein serlig kensla at ganga niðan til mín komandi mann. Alt kendist næstan óveruligt. Eisini “nervapirrandi” at vera so nógv í fokus. Men tað var gott fyri tað, tí eg visti, øll vóru komin fyri okkara skyld, og bara vildu okkum tað besta.

Mitt undir vígsluni finni eg útav at brúðarblómutyssið liggur eftir heima. Tað var eitt sindur keðiligt, men samstundis haldi eg altið tað fer vera okkurt, sum ikki gongur sum ætlað, og ein gloymd bukket er ikki tað ringasta sum kundi hent.    

Tað var flottur sangur og tala til vígsluna. Aftaná fóru vit niður undir, har fólk komu at heilsa uppá og fingu eisini drekkamun.

Síðani fóru vit bæði avstað, á veg út blástu fólk sápublørur. Ein góður vinnmaður hjá Johannes koyrdi okkum við brúðarbilinum. Bilurin var ein flottur svartur Chrysler, sum var pyntaður til dagin.

[object Object]

[object Object]

Eg minnist tað eisini sum ein serlig kensla at sita aftanfyri í brúðarbilinum. Tað var fyrsta løtan eg hevði einsamøll við Johannes. Har fingu vit slappa av, og njóti at vera saman, og gleðast um at nú vóru vit hjún. 

So var myndatøka vid okkara fotografi. Vit tóku myndir í Viðarlundini og á Tinganesi. Eg elskaði tað. Føldi meg sum ein prinsessu.

Veitslan var eisini so góð. Har var sangur, talur, spøl og sjálvandi góður matur. Tað var so vermandi at hoyra talurnar, fólk høvdu fyrireikað til okkum.

Vit høvdu ein myndabás har Sarah tók myndir. Tað var eg ordiliga glað fyri. Tey tóku bæði góðar og skegar myndir.

Nøkur vildu kanska hildið okkara veitsla manglað nøkur ting. Tildømis høvdu vit ikki alkohol, dans ella talur frá okkum (bruðarparinum). Men vit valdu at gera alt sum vit vildu hava tað. Eg meini at bruðardagurin eigur at vera sum bruðarparið ynskir hann, tað er ju okkara dagur. Og eg kann í dag hyggja aftur og vera fult nøgd og glað.

Aftaná eina fantastiska veitslu, saman við øllum okkara bestu og nærmastu fólkum, fóru vit troytt og nøgd niðan á Hotel føroyar at slappa av í tveir dagar. Mær dámdi væl at sleppa burtur frá tí heila við Johannes eina løtu, um tað so ikki var uttanlanda.

[object Object]

Brúðarkjólin: Eg var fyrst og royndi kjólar í Brúðarlín, men fann ongan sum eg helt var góður til mín kropsform. Síðani fann eg ein á rótikassanum sum eg keypti og var so glað fyri. Hann passadi best til mín.  Eg leigaði slør frá Brúðarlín.

Klæðini hjá brúðgóminum: Klædningur úr Rokoko.

Tað besta við degnum: At vera saman vid familju og vinum. Skapa minnir.

[object Object]

Brúðarferðin: Brúðaranáttin og náttina eftir hildu vit á Hotel Føroyum. Tað dámdu vit væl. Nakrir mánaðar seinni fóru ein túr til Danmarkar.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør: Brúdleypsdagurin er tykkara, og tit velja hvussu tit vilja hava hann. Einki er eitt krav. Og ikki ver bangin at biðja um hjálp. Tí tað eru nógvar fyrireikingar sum skulu til. Og flest familja og vinir eru glað at hjálpa.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt? Tað haldi eg ikki. Um nakað hevði eg bara ynskt eg var raskari at takka øllum sum hjálpti okkum á degnum.

Hvør tók myndirnar: Sarah Zarchariassen. Vit vóru væl nøgd.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið: Familja og vinir.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna: Fanny Petersen, systir Johannes.

[object Object]

Vit hava verið gift í hálvt fjórða ár nú, og eg føli longu vit hava lært nógv. Eg havi lært at velja Johannes og okkara hjúnarband, tí tað eigur vera eitt tað vigtigasta. Eg havi lært at kvinnur og menn eru ikki líka, og at um eg ynski mær blómur, frá honum, so má eg siga tað við hann, tí hann lesur ikki mínar tankar. So ja, at tosa saman er vigtgit.

Síðst men ikki minnst, havi eg lært at Gud styrkir okkara hjúnarband, tá vit søkja hann og stóla uppá at hann hevur góðar ætlanir fyri okkum, og saman við okkum. 

Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp;

Hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.