2020-02-14 20:02 Author image
Brúdleyp.fo 2020-02-14 20:02

Brúðarparið

Signa Kallsoy Joensen & Jenus í Trøðini.

Signa er júst liðug við sína bachelor útbúgving í mýlalívvísind. Brúdleypið var hildið í summarferiuni áðrenn triðja skúlaárið byrjaði. Jenus er útbúgvin maskinist og starvast á maskinmiðstøðini hjá Landsverki í Kollafirði.

Hvussu avgjørdu tit at giftast, hvør spurdi hvønn og hvussu?

Jenus: Eg hevði á varhuganum at Signa fór at blíva ella var upp á vegin við seinna barninum, Elisu. Tí var eg blivin eitt sindur rastleysur. Eg føldi at eg mátti gera okkurt fyri at formelisera samlívið við Signu. Eg valdi so at fara og keypa forlovilsis ringar, og tilrættalegði ein túr niðan á Kamb til høvið. Kallbakskambur er hægsta punkt omanfyri Signabø.

Eg bjóðaði Signu at koma ein túr við mær til fjalls, men hon skuldi ikki vita nakað um ringarnar fyrr enn okur vóru ovast uppi á tindinum. Eg bjóðaði einum systkinabarni hjá Signu við eisini, bara fyri at virka "kasual" og kamuflera mínar ætlanir. Systkinabarnið kom tó ikki við, men ætlanin at kamuflera virkaði. Okur byrja túrin niðan. Tað er mjørki uppi á toppinum, men sól eitt sindur longri niðri, og tí satsi eg uppá, at mjørkin fer at flyta seg. Komin hálvan veg niðan, fáa okur okum eina pausu. Signa setir seg á ein stein omanfyri meg, og eg standi uppi. Eftir eina løtu spyr hon -“Hvat hevur tú í lummanum?”. Eg standi sum kánus og hugsi hví hon spyr meg júst hetta nú. Tað hevur hon ongantíð gjørt fyrr. Eg spyri hana hvat hon meinar við, og so peikar hon á lumman á kovboybuksunum, har eg havi erskjuna við ringinum í. Eg eri í villareiða nú, tí hvat skal eg gera? Eg var ikki klárur at svara einum tílíkum spurningi, og eg dugi ikki at finna uppá eina hálva lygn júst tá. Eg mátti niður á knæ og fríggja til Signu har, í sólskyninum, hálvvegis uppi á fjallinum. Tá ið okur komu niðan á toppin var mjørki, so tað gjørdi einki um um okur tóku ring uppá hálvvegis uppi, í sólskyninum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hvussu reageraði tú, tá Jenus spurdi teg um at giftast?:

Eg flenti í kíki, tí tað var absolut ikki tað eg væntaði var í lummanum! Eg helt at tað var ein Gajol pakki í lummanum og var bara eitt sindur lekkursultin. Eg varð sjálvandi eisini ótrúliga glað og rørd.

Vígslan & Veitslan 

Vígslan var í Kollafjarðar Kirkju tann 18.08.18

Veitslan var Vælkomst við tilmelding, har vóru eitt sindur meira enn 200 gestir til veitsluna, sum bleiv hildin í Dansifrøi í Havn.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fíggjarætlan

Brúdleypið kostaði tilsamans uml. 150.000 kr

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Tað var fyri tað mesta Signa, sum avgjørdi tað.

Mær hevur altíð dámað væl stórar veitslur við nógvum fólkum, mati, røðum og felagssangi. Vit høvdu vælkomst, tí vit vildu ikki velja og vraka fólk. Fólk kundu sjálvi gera av, um tey vildu við til veistluna. Vit høvdu verið til nakrar veistlur í Dansifrøi áðrenn brúdleypið og dámdu hølið ótrúliga væl. Gott pláss hjá gestunum og góðar umstøður hjá arbeiðsfólkunum. Vit høvdu sera undirhaldandi borðstjóra og gott fólk at spæla undir felagsangin.

Frágreiðing um tykkarar brúðardag: 

Dagurin byrjaði við, at Signa møtti hjá frisørinum tíðliga á morgni. Tað eru nokk fleiri við mær, sum ikki geva sær tíð at eta ordiligan morgunmat, áðrenn farið verður til frisør. Hetta visti Kitty, frisørurin, væl, og serveraði lekkran og góðan morgunmat fyri mær, sum eg kundi njóta, ímeðan hon ornaði hárið.

Tá eg var liðug hjá frisørinum, fór eg heim til mammu at lata meg í, har vinkonan og systkinnabarið, Joan og Jenný,  hjálptu mær at lata meg í kjólan. Mamma tók sær av at lata børnini í. Elisa hevði fingið ein kjóla, sum líktist mínum og Ólavur var í føroyskum klæðum, sum líktust teimum hjá Jenusi. Ímeðan eg lat meg í, fór Jenus oman í bátin, og vinmenninir róðu hann til kirkjuna. Eg bleiv koyrd í kirkjuna við reyða brúðar pick-upinum.

Greivin varð bygdur til flutningsfar til Signabøgarð í uml. ár 1900 og hevur verið týðandi partur av garðinum líka síðan. Hann hevur verið brúktur til innkeyp í Havnini og at koma til og frá kirkju. Greivin hevur verið brúktur nógv til kappróður øll árini til tann dag í dag. Hann plagar at vera við til kappróðurin á Sundalagsstevnu og á Ólavsøku. Greivin var eisini brúktur til at føra lík av Signabø til Kollafjarðar. Hóast at vegurin var komin, tá langabbi mín doyði, vildi hann at hann skuldi førast yvirum fjørðin við greivanum. Kistan lá í Greivanum, og Greivin var sleipaður av øðrum báti. Teir silgdu tríggjar ferðir runt frammanfyri kirkjuna áðrenn kistan varð borðin á land. Abbabeiggi mín og kona hansara, Max og Ragnhild Johansen, munnu vera seinasta brúðarpar, sum er farið yvirum fjørð við Greivanum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Eg ímyndi mær, at eg hevði vant rossini hjá okkum nóg væl at koyra við rossavogni, tá vit skuldu giftast, og at vit skuldu koyra heim úr kirkjuni í rossavogni. Men tað náddi eg ikki. Nakrar dagar frammanundan brúdleypið kom eg at hugsa um Greivan, og at tað hevði verið stuttligt at komið heim úr kirkjuni við honum. Eg setti Jenus í gongd við at tosa við vinmenn um at skjútsa (flyta fólk) við Greivanum. Beiggi mín lovaði, at hann kundi sigla við sínum báti og fotografinum aftaná Greivanum. Har fingu vit nakra ótrúliga góðar myndir, fullar í søgu.

Vígslan var hildin í Kollafjarðar kirkju. Prestur, Bjarni Bæk, helt eina siðbundna føroyska vígslu, sum vit vóru sera glað fyri. Vit fylgdust inn eftir gólvinum, høvdu ringar á frammanundan og kystust ikki. Vígslan sjálv var einføld, og vit kundu betur njóta løtuna. Tað at vígslan var einføld kom eisini væl við, tí bæði børnini vildu upp til altarið tá vígslan var byrjað, og serliga Elisa setti sær fyri at kanna hvønn krók frammi í kór. Hon klintraði á altarringinum, spældi við hurðina inn til pratikastólin, setti seg á krakkin hjá presi o.s.fr.. Ólavur er meira friðarligur, og lurtaði eftir hvørjum orði hjá Presti. Prestur dugdi væl at tillaga umstøðurnar, so at tað eisini var pláss fyri børnunum.

Á veg úr kirkjuni aftur, vóru vit tikin av bóli við heiðursporturi av árunum úr Greivanum, og menn vóru farnir at skjóta fyri okkum niðri á bryggjuni, har Greivin bíðaði. Hetta var púra óvæntað og ein sera stuttlig løta. Her fingu vit eisini tikið í hondina hjá øllum, sum vóru komin í kirkju.

Vit vóru sett av suðuri á Oyruni (ella suðuri á Sperm) á Signabø, har leivdir av einari gamlari hvalastøð liggja, og har vit tóku okkara brúðarmyndir, umringaði av seyði, hønum og rossum.

Eftir myndatøkuna blivu vit koyrd til Havnar til veitsluna í Dansifrøi. Vit høvdu eina stóra siðbundna veistlu við borðhaldi, føroyskum dansi, brúðardansi, dansi, kakuborði og morgunmati. Hølið varð prýtt við prýði, sum hóskaði til brúðarkjólan. Svartar dúkar á borðinum, ein stórur 5-armaður ljósastaki á hvørjum borði, reyð ljós og reyðar rósur.

Vit høvdu ein diskara at spæla til dans, sum vit vóru sera glað fyri. Seinni á kvøldinum fingu vinkonurnar hann at spæla “Lady in red”, sum eg og Jenus skuldu dansa til ímeðan tær kastaðu rósubløð eftir okkum. Ordiliga romantiskt <3

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Brúðarkjólin

Kristina Glyvradal, sum eigur klædnamerkið STINA, seymaði kjólan eftir ynski. Ein hvítur kjóli hevur ongantíð tiltalað meg, og tá man brúkar so nógvan pening til ein kjóla, vildi eg hava ein kjóla, sum eg veruliga ynskti mær. Eg havi altíð tosað um, at eg skal hava ein reyðan brúðarkjóla við svørtum detaljum. Tí setti eg meg í samband við Kristinu, sum dugdi ómetaliga væl at fáa tað eg ímyndaði mær til veruleika. Eg roknaði ikki við, at eg skuldi hava eitt slør, tí at eitt svart slør á høvdinum er nakað dapurt. Men Kristina kom við hugskotinum, um at gera eitt slør, sum liggur á herðunum. Tað er ein detalja, sum eg eri ótrúliga glað fyri.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Klæðini hjá brúðgóminum

Jenus var í sínum føroysku klæðum. Hann keypti brúktar hvítar hosur á Rótikassanum, og annars var restin tey vanligu føroysku klæðini, sum hann hevur brúkt í fleiri ár. Ymisk fólk hava tilevnað klæðini, og mamma hansara hevur seymað alt saman. Knapparnir vórðu skiftir út við nýggjar knappar. Hosubondini eru arvaði frá langabbanum, Jenus í Gjógvará.

Tað besta við degnum

Allur dagurin var serligur; og vit vóru rørd av at síggja, at øll vóru so glað, umhugsin og hjálpsom.

Tað sum vit eru mest glað fyri, er helst túrurin við Greivanum. Eg eri nokk meira glað fyri tann túrin, enn eg hevði verið fyri túrin við rossavogninum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Brúðarferðin

Vit hava ikki verið á brúðarferð enn. Men vit fara ein familjutúr til Danmarkar í summar. Omman og abbin koma eftir børnunum, tá vit eru liðug at ferðast, og so fara vit bæði á Copenhell festivalin, so vit kunnu siga, at tað verður brúðarferðin ;)

Eitt gott ráð til komandi brúðarpørð

Ikki verða bangin at biðja familju og vinir um hjálp!

Hvør tók myndirnar

OPHfoto. Dýrar myndir, men avgjørt vert at brúka nógvan pening til at fáa serligar myndir frá einum so serligum degi. Vit eru ótrúliga glað fyri myndirnar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hár, makeup, negl osfr:

Kitty Madsen, við Organic Blossom, gjørdi hár og makeup. Jenus varð eisini fryseraður hjá henni nakrar dagar frammanundan. Eg smurdi sjálv neglalakk á.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið:

Allur matur var gjørdur av familju og vinum. Ein kokkur gjørdi tað mesta av tí heita matinum. Vit høvdu tvey stór, lekkur fruktføt frá FruktArt. Mamma mín er bóndi, so vit fingu nógv kjøt av garðinum.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna:

Jórun Skorðheim gjørdi okkara sera vælsmakkandi og flottu brúðarkøku.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]