Mentan

Jólakalendarin ”Flytifuglar” verður hildin loyniligur í ein mánaða

Myndarøð: Barnaútvarpið hevur framleitt nýskrivaðan jólakalendara við vestmannabørnum í høvuðsleiklutunum

Fríða Hofgaard Ákadóttir hevur høvuðsleiklutin í nýggja jólakalendaranum (Mynd: Sverri Egholm)

Fríða Hofgaard Ákadóttir hevur høvuðsleiklutin í nýggja jólakalendaranum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-02 16:03 Author image
Ingi Samuelsen

Kringvarp Føroya hevur framleitt ein nýggjan útvarpsjólakalendara í ár, ið eisini sigst verða spennandi. Men enn er jólakalendarin so loyniligur, at einki fæst at vita, hvat kalendarin snýr seg um.

Tó er komið so mikið fram, at hann gongur fyri seg í Vestmanna og á Válinum, og at politistar spæla við.

Hetta var avdúkað í dag, tá Barnaútvarpið hevði bjóðað leikarum til eina samkomu við rísgreyti og jólabrúsi í sambandi við, at jólakalendarin er liðugur og klárur at verða sendur mánamorgunin 3. desember.

Vestmannabørnini, sum eru við í leikinum, eru sloppin at hoyra brot úr leikinum. Annars verður hann fjaldur væl og virðiliga líka til klárt er at senda í luftina.

Tað er Elin á Rógvi, sum hevur skrivað kalendaran ella útvarpsleikin í 16 leikum, sum eitur ”Flytifuglar”. Elin hevur skrivað útvarpsjólakalendara tvær ferðir áður, ”Eg sá ein eingil” og ”Nivinaja”, sum tað kanska eru fleiri, ið minnast.

Eins og tær ferðirnar, er nýggir sangir skrivaðir til leikin hesaferð, og á samkomuni í kringvarpshúsinum í dag var høvi at hoyra Leu Kampmann syngja ein av sangunum, ”Fjøtraðir skuggar”, ið eisini hevur verið at hoyrt í útvarpinum nakrar ferðir longu.

Niclas Johannessen hevur skrivað tónleikin til ”Flytifuglar” saman við Finni Hansen. Umframt nakrar sangir, er eisini eitt eyðkennislag gjørt og so er tónleikurin, sum verður spældur undir ljóðmyndini eisini nýskrivaður.

Høgni Fagraberg hevur tikið upp og sett teir 16 kalendarapartarnar saman.

Tað eru vestmannabørn, sum hava høvuðsleiklutirnar í leikinum saman við nøkrum kendum vaksnum sjónleikarum, og so øðrum, sum spæla ”seg sjálvi”, eitt nú nakrir politistar frá politistøðini í Havn og so vestmenningar, sum spæla vestmenningar.

Fríða Hofgaard Ákadóttir hevur høvuðsleikin sum gentan Mai, meðan Hans Tórgarð spælir pápi hennara.

Tankarnir hjá teimum báðum verða úttryktir í sangum, sum ávikavist Lea Kampmann og Hans Marius Ziska syngja.

Upptøkurnar eru flestallar gjørdar í Vestmanna. Tey hava verið á Staðnum, í Skúlanum og í øðrum húsum, bæði í Vestmanna og á Válinum.

Men hvat leikurin snýr seg um, vilja barnaútvarpskonurnar ikki avdúka, tað verður fjalt sum mansmorð.

Tær avdúka tó somikið, at leikurin hesaferð ikki snýr seg um jól. Men tekur upp evni, sum eru so mikið týdningarmikil, at Nám er við í verkætlanini og hevur framleitt frálærutilfar, sum skúlarnir kunnu brúka í sambandi við, at leikurin ”Flytifuglar” verður varpaður allar gerandisdagarnar í desember.

[object Object]Barnaútvarpskonurnar Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Høgni Fagraberg (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder
placeholder