Innanlands

Tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring í nátt

Tann eini førarin hevði einki koyrikort

2018-11-03 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir

Í nátt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.

Løgreglan varð boðsend klokkan hálvgum eitt í nátt, tí ein bilur hevði koyrt útav vegnum í Klaksvík.

Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og varð hann tikin við á politistøðina.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at eingin fólkaskaði var, men at bilurin kortini fekk eitt sindur av skaða.

Klokkan hálvgum trý var enn ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður, hesuferð í Vágum.

Hesin førarin hevði heldur einki koyrikort, og er tað møguligt, at dómurin í hesum málinum verður harðari enn í tí fyrra málinum.

 

placeholder
placeholder