Innanlands

Tveir menn álopnir í Havn í nátt

Enn er ikki greitt, hvat tað er, sum er hent, og er løgreglan í ferð við at kanna málið

2018-11-03 17:22 Author image
Alda Nielsdóttir

Beint eftir klokkan eitt í nátt fekk løgreglan boð um, at tveir menn vórðu álopnir uttanfyri einum skeinkistaði í Havn.

Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at báðir hava verið á skaðastovuni, men at eingin teirra varð álvarsliga skaddur.

Enn er ikki heilt greitt, hvat tað er, sum er farið fram, og er løgreglan nú í ferð við at kanna málið nærri.

placeholder
placeholder