Innanlands

Trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Kaldbaksvegurin er nú opin aftur

(Mynd: Uni Johannesen)

(Mynd: Uni Johannesen)

2018-11-04 21:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðsluóhappið á Sandvíkarhjalla um 20-tíðina í kvøld hevði við sær, at trý fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið.

Talan var um ein frontalan samanstoyt, og tvey fólk vóru í tí eina bilinum, meðan eitt fólk var í hinum bilinum. Tað tók eina løtu at fáa allar persónarnar til Havnar á Landssjúkrahúsið, tí tann eini mátti klippast úr leysur.

Enn veit løgreglan ikki hvussu álvarsamt tað er.

Óhappið tarnaði og tarnar framvegis ferðsluni nakað. Vegurin hevur verið stongdur síðani óhappið, men nú er hann partvís opin aftur. Løgreglan leiðir ferðsluna meðan vegurin verður ruddaður.

Dagføring 21:54: Kaldbaksvegurin er nú opin aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder