Innanlands

172 ára starvsdagur hjá SEV

Fýra starvsfólk hjá SEV hava tilsamans starvast í 172 ár út í eitt, og hesi vórðu heiðraði við ‘Hendes Majestæt Dronningens fortjenstmedalje i sølv’ fyri trúgva tænastu

Martin Dam, Trygvi Samuelsen, Bina Miðberg og Jákup Matras (Mynd: SEV)

Martin Dam, Trygvi Samuelsen, Bina Miðberg og Jákup Matras (Mynd: SEV)

2018-11-05 15:25 Author image
Ari av Rana

Hátíðardagur við heiðursmerkjahandan var hjá SEV, tá fýra starvsfólk vórðu heiðraði við ‘Hendes Majestæt Dronningens fortjenstmedalje i sølv’ fyri trúgva tænastu. Øll hava tey starvast í fleiri enn 40 ár hjá SEV, ein teirra í heili 48 ár, og øll eru tey enn í fulltíðarstarvi.

Tað er vorðið sum álitisváttan at fáa sum arbeiðpláss, at starvsfólk verða so gomul í garði sum hesi. Bina Miðberg, Martin Dam, Trygvi Samuelsen og Jákup Matras hava tilsamans verið í starvi  hjá SEV í 172 ár út í eitt. Tey hava verið vitni til ómetaliga stórar broytingar tey seinastu gott og væl 40 árini, og sjálvi siga tey fýra, at broytingarnar hava verið so nógvar og umfatandi, at illa ber til at samanbera arbeiðshátt og umstøðurnar nú og tá.

[object Object]

Bina Miðberg hevur starvast í bókhaldinum hjá SEV í 48 ár. Hon byrjaði sum tannáringur á skrivstovuni í Vestmanna, sum seinni flutti til Havnar, og hevur starvast hjá SEV nærmast alt sítt vaksna lív.

[object Object]

Trygvi Samuelsen hevur starvast sum linjumaður hjá SEV í 42 ár. Ein av størstu mununum er, at nú ber til at eta jóladøgurðan í frið og náðum. Fyrr fylgdust høgtíð, illveður og streymslit.  

[object Object]

Jákup Matras hevur starvast sum linjumaður hjá SEV í 41 ár. Illveður merkti í mong ár yvirarbeiði fyri Jákup, ofta langt út á næturnar, tá eitt nú klaki legðist á linjurnar og fólk mistu streymin. Soleiðis er ikki longur, nú er størsti parturin lagdur um til káplar og streymslitini eru øgiliga fá.

[object Object]

Martin Dam hevur starvast á verkinum á Sundi í 41 ár. Fyrr var ikki koyrandi inn á Sund, vit sigldu inn og búðu har eina viku í senn. Nú er ólíka høgligari.

Á samkomuni fyri teimum fýra 1. november vórðu røður hildnar, og skoðsmálini tey fingu vóru ikki hissini: dugnasemi, álit, ídni, áræði, virkisfýsni og lætt lyndi vóru millum hugtøkini, sum røðarar komu inn á í heilsum sínum til Binu, Jákup, Trygva og Martin, skrivar SEV á heimasíðuni.

placeholder
placeholder