Innanlands

Illgrunasamt andlát skal kannast nærri

Boð send eftir rættarlækna at fremja líkskurð

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-05 17:15 Author image
Ingi Samuelsen

Løgreglan hevur sent boð eftir einum rættarlækna úr Danmark at kanna eitt serligt andlát, sum hendi í síðstu viku.

Ein maður varð funnin lívleysur í song síni, og tað varð skjótt staðfest at maðurin var deyður. Nógv bendir á, at møguliga er kaminan í húsunum sligið niður, og at maðurin kann vera deyður orsaka av roykeitran.

Men hetta er tó ikki staðfest enn. Í dag var líkskoðan á Landssjúkrahúsinum, og niðurstøðan var, at tað má ein líkskurður til at staðfesta, hvat maðurin er deyður av, og tí verður sent boð eftir serfrøðingi niðrifrá at gera hetta arbeiðið, verður upplýst av løgreglustøðini. 

placeholder
placeholder