Innanlands

Hava onga trygd fyri at Glasir er liðugt

Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi øtast yvir byggistýringina, nú tingið skal játt meira pengar til miðnámsskúlan

(Savnsmynd: Kim Kristensen/Landsverk)

(Savnsmynd: Kim Kristensen/Landsverk)

2018-11-07 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vónsvikakenslurnar – frustrasjónirnar – lýsa av tingfólkum nú løgtingið er farið undir at viðgera uppskotið um at eykajátta 18,7 milliónir krónur til at gera miðnámsskúlan Glasir lidnan.

Ein teirra, sum tykist hava mist álitið á teimum, sum standa fyri byggingini er Pauli Trond Petersen úr Tjóðveldi, sum eisini situr í fíggjarnevndini.

- Hvørja trygd hava vit fyri, at Glasir verður liðugur fyri hesar pengarnar? spurdi hann, og svaraði sjálvur.

- Onga!

Tingið øtast yvir, at meginparturin av játtanini, sum landsstýrið nú biður um eykajáttan til, er fyri arbeiði, sum longu er gjørt – uttan játtan.

Pauli Trond Petersen kom eisini inn á onnur ivasom viðurskifti viðvíkjandi stóru byggingini í Marknagili.

- Tað er ikki so langt síðani, at vit góvu Glasi eina játtan til at leggja flag oman á takið. Men har er onki flag komið upp á takið. Pengarnir eru brúktir til okkurt annað, staðfesti Pauli Trond Petersen.

Hann mælir tí til, at tingið ger av at seta ein bólk av serfrøðingum til at gjøgnumganga bygningin. Ein bólk, sum kann kanna hvørja sprekku í bygninginum og koma aftur til tingið og fortelja hvat skal til fyri at gera bygningin lidnan, heldur Pauli Trond Petersen.

Hann fekk undirtøku frá Fólkaflokkinum.

- Landsverk skuldi fyri langari tíð síðani verið varpað burtur úr hasi verkætlanini og verið skift út við fólk, sum hava skil fyri bygging, segði Jacob Vestergaard.

Ætlanin er at fáa málið um eykajáttanina til Glasir viðgjørda í skundi. Við hesi játtanarumsóknini upp á 18,7 milliónir krónur, kemur samlaði kostnaðurin av Glasir upp á 655,2 milliónir krónur. Upprunaliga varð sagt, at skúlin skuldi kostað 390 milliónir. 

[object Object]Pauli Trónd Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder