Innanlands

Vágs kommuna fer at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum

Royndarskipan verður sett í verk í vikuni

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2018-11-08 09:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinasta árið hevur Vágs kommuna arbeitt við ætlan, sum skal føra við sær, at kommunalir stovnar og húsarhald í Vági fara at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum, sum verður ført til brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti til brenningar, og gera hetta um til kompost ella sankutøð.

Nú verða so fyrstu stigini tikin og í vikuni varð royndarskipan sett í verk í dagstovninum Eikilund í Vági. Í Eikilund eru tey byrjaði at skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga húsarhaldsruskinum. Vøggustova og barnagarðsstovur í Eikilund hava fingið serliga ruskspann og maisposar, sum upploysast í nattúruni, og verður lívrunnað tilfarið skilt frá vanliga ruskinum og latið í hesar posar og ruskspann og síðani í kompostkassa, sum er gjørdur til endamálið.

Royndarskipanin í Eikilund kemur at koyra komandi mánaðirnar. Síðani verður skipanin víðkað til aðrar kommunalar stovnar. Harumframt verður arbeitt við fyrireiking av skipan, har øll húsarhald í Vágs kommunu skulu skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga ruskinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri við heimasíðuna hjá Vágs kommunu.

Nógv lívrunnið tilfar í ruskinum
Um donsk tøl verða brúkt sum vegleiðandi, so tveitir hvør føroyingur hvørt ár burtur umleið 600 kg. av ruski, sum einamest fer til brenningar á brennistøðunum hjá IRF og hjá Tórshavnar kommunu. Bara úr Vágs kommunu fara hvørt ár umleið 800 tons av ruski til brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. Úr allari Suðuroynni fara umleið 2.800 tons um árið til brennistøðina í Lerivík.

Verður væl skilt, so eru útvið 40% av ruskinum, sum í dag fer til brenningar, lívrunnið tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna, um rætta móttøkuskipanin er tøk. Sostatt fara umleið 300 tons av lívrunnum tilfari úr Vágs kommunu hvørt ár til brennistøðina hjá IRF, sum kundi farið aftur til náttúruna. Fyri Suðuroynna er talan um tilsamans umleið 1.100 tons av lívrunnum tilfari, sum verður flutt norður við Smyrli og koyrt til brennistøðina í Leirvík.

Skulu sjálvsagt skilja lívrunnað tilfar frá
Í grannalondum okkara er púra vanligt, at húsarhald skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga ruskinum, og sjálvsagt eiga húsarhald í Føroyum eisini at skilja lívrunnað tilfarið frá, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Vágs kommuna arbeiðir við ætlan um skipan, har húsarhald skulu skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum, sum so verður savnað í kommunalari komposteringsskipan. Slíkar skipanir eru í grannalondum okkara og eru í sera einfaldar, sigur borgarstjórin. - Eftir 180-200 dagar er lívrunnað tilfarið vorðið til mold / sankutøð, sum kann brúkast aftur bæði í kommunalum urtagørðum og heima hjá fólki í kommununi.

Vit hava seinastu 4-5 árini arbeitt sera miðvíst við grøna profilinum hjá Vágs kommunu, ætlanin við at skilja lívrunnað tilfarið frá vanliga ruskinum er ein greiður liður í hesum arbeiðinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder