Innanlands

Málráðið hevur talað - # eitur hassjtagg á føroyskum

Og ’karaoke’ skal stavast ’karaóki’

2018-11-08 18:01 Author image
Ingi Samuelsen

Hetta teknið - # - er ofta at síggja í okkara døgum. Á útlendskum rópa tey tað ’hashtag’, og verður í sambandi við sosialar miðlar brúkt til at spjaldra eitt orð, so at leitast kann eftir tí aftur.

Slær tú orðið upp í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum, so eitur teknið ’tvíkrossur’, men málráðið hevur nú góðkent orðið sum føroyskt, bara tað verður skrivað við føroyskari stavseting, hassjtagg.

Tað framgongur av heimasíðuni hjá Málráðnum , har navnorðið ’hassjtagg’ og sagnorðið ’hassjtagga’ eru tey seinastu nýyrðini á føroyska orðalistanum.

Á hesum lista síggjast eisini onnurð orð, ið eru føroyskað uttan at stórvegis annað er gjørt við tey enn at broyta stavestingina. Til dømis ’karaóki’, sum er føroyska stavsetingin fyri hetta fyribrigdi at syngja til innspældan tónleik, hóast ’karaoke’ eisini hevur fingið føroyskt yrði, nevniliga ’sangdubbing’ í navnhátti og sagnorðið (at) ’sangdubba’, sambært Málráðnum. 

placeholder
placeholder