Mentan

Rannvá Holm Mortensen fekk mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

Fyri langyrkingabókina ’Sólsmakkur’

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-08 17:21 Author image
Ingi Samuelsen

Rannvá Holm Mortensen, sum vit annars mest kenna sum listamálari, varð í dag heiðra við bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens.

Hon fekk heiðurslønina fyri langyrkingabókina ’Sólsmakkur’, sum er ein long yrking.

- Bókin lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Hon angar av poesi. Eitt satt meistaraverk, varð m.a. sagt í grundgevingini. 

[object Object]

Grundgevingin:

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Rannvá Holm Mortensen fyri langyrkingabókina Sólsmakkur.
Rannvá Holm Mortensen gav fyrr í ár út bókina Sólsmakkur, ið er ein listarlig kompositión av yrkingum og myndum. Evnið í bókini er lívsins gongd hjá einari tilkomnari kvinnu. Í grundgevingini sigur dómsnevndin:
“Beinanvegin heitið á bókini angar av poesi. Tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Har eru ferðir víða um heimin, ljós barnaminni og ógvisligar vaksnakonuroyndir, hugsanir um veðurlagsbroytingar og flóttafólkastreymar, sansaligar kropsupplivingar og arbeiði sum laborantur, sjúkrarøktari og listamálari. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir – eitt satt meistaraverk”.

placeholder
placeholder