Mentan

Edward Fuglø fekk M. A. Jacobsen

Fekk avriksheiðurslønina fyri listina í Christianskirkjuni

Annika Olsen handar Edward Fuglø M. A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanaravrik (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen handar Edward Fuglø M. A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanaravrik (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-08 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungi listamaðurin Edward Fuglø varð í dag heiðraður við M. A. Jacobsens virðislønini fyri stórverkið at prýða kjallaran í Christianskirkjuni, sum við tíggju rundum relieffum lýsa lívið hjá Jesus úr Nasareth.

So seint sum í gjárkvøldið var hann í Hoyvíkar kirkju og greiddi frá listaverkinum. Í dag fekk hann so aftur boð um at koma til Havnar, hesaferð fyri at taka ímóti virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik.

[object Object]

Grundgevingin:

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 verður latin Edwardi Fuglø.
Dugnaligi og virkni listamaðurin verður heiðraður fyri sítt einastandandi verk um søguna um Jesus úr Nasareth, ið hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík.
“Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nasareth er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list (...) Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll”, segði dómsnevndin millum annað í síni grundgeving.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder