Innanlands

Grundøkini við Klingurstjørn 2 útlutað

Fyrstu 45 av 93 grundstykki vórðu útlutaði í gjár

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-09 11:33 Author image
Ari av Rana

Tórshavnar kommuna lutaði í gjár út tey 45 grundøkini í næstu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjum.

Grundøkini vóru býtt millum 127 luttakarar, sum í gjár fingu teldupost frá kommununi við úrslitinum av lutakastinum.

Hetta er triðju ferð, at Tórshavnar kommuna lutar út grundøki eftir nýggju tilmeldingarskipanini, og vóru tveir uttanhýsis advokatar, Jógvan Elias Winther Poulsen og Eyðbjørn Larsen, til staðar at vitna og vátta, at alt gekk rætt fyri seg.

Útstykkingin er í gerð í løtuni, og tá arbeiðið er liðugt, verða samanlagt 93 grundøki við Klingurstjørn, skrivar kommunan á Facebook.

placeholder
placeholder