Innanlands

Hvør er Ársins Fyrstihjálpari 2018?

Uppskot kunnu sendast til Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi fríggjadagin 18. januar 2019

Mynd: Reyði Krossur Føroya

Mynd: Reyði Krossur Føroya

2018-11-16 12:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reyðikrossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra 'Ársins Fyrstihjálpari 2018'.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

‘Ársins Fyrstihjálpari 2018’ fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Betri Trygging letur.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi fríggjadagin 18. januar 2019 á heimasíðuni, á t-postaddressuna [email protected] ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn

‘Ársins Fyrstihjálpari 2018’ verður tilnevndur fríggjadagin 15. februar 2019 kl. 15:00 hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 í Tórshavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder