Uttanlands

Eitt nýbrot innan laksaframleiðslu

Í vikuni kom nýbygda slaktiskipið Norwegian Gannet til Hirtshals. Skipið kollveltir norskan laksaútflutning

Norwegian Gannet framman fyri nýggju verksmiðjuna í Hirtshals (Mynd: Hirtshals havn)

Norwegian Gannet framman fyri nýggju verksmiðjuna í Hirtshals (Mynd: Hirtshals havn)

2018-11-16 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stásiliga verksmiðjuskipið Norwegian Gannet er 94 metrar langt, og skal eftir ætlan sigla í føstum farti millum alistøðir á norsku vesturstrondini og Hirtshals, har felagið Hav Line hevur bygd eitt nýmótans laksavirki.

Ætlanin hjá Hav Line hevur møtt mótstøðu í Noregi, tí við hesi skipanini kemur norskur alilaksur ikki upp á land í Noregi, men verður sigldur beinleiðis til Danmarkar, har tað er skjótari at sleppa inn á stóra ES-marknaðin.

Norwegian Gannet er eitt verksmiðjuskip, sum slaktar laksin umborð, og er ætlað at flyta laks beinleiðis frá aliringunum til virkið, sum skal virka laksin víðari.

Umboð fyri arbeiðarafeløg í Noregi hava ilskast inn á, at arbeiðspláss nú verða flutt til Hirtshals, har eitt 9.000 fermetra stórt virki er bygd. Á virkinum eru 13 portur, so møguleiki er at lasta 13 viðfestivognar í senn at senda avstað eftir motorvegunum niður til Evropa. Tað er ein kassi av feskum pakkaðum norskum laksi fyri hvørt 1,5 sekund.

Men eisini sjálv slaktingin av laksinum verður tikin frá verksmiðjunum á landi í Noregi. Tí Norwegian Gannet er útgjørdur við 14 slaktilinjum. Laksurin verður pumpaður umborð beinleiðis úr ringunum, blóðgaður, kruvdur og køldur í 0,5 stig heitum sjógvi.

Skipið kann lasta upp til 1.000 tons av laksi í senn. Brúk verður fyri 100 fólkum á verksmiðjuni.

Í Hirtshals verður laksurin pumpaður í rørum inn á virkið, har hann verður ísaður og pakkaður í kassar, sum verða koyrdir á marknaðin í Evropa, ella til flogvøllin fyri at verða fluttur loftvegis til Asia og USA. Ein partur verður virkaður víðari á verksmiðjum í Hirtshals ella á verksmiðjum í Polandi, Niðurlondum, Týsklandi og Fraklandi.

Norwegien Gannet er bygdur á skipasmiðjuni Astilleros Balenciaga á norðurstrond Spania út móti Biskayavíkini. Enn skulu ymsar royndir gerast við skipinum og verksmiðjuni áðrenn tað er klárt at seta í framleiðslu. Tað hendir um ársskiftið, sigur stjórin í Hav Line, Carl-Erik Arnesen, við ilaks.no.

Tá skipið er komið í drift, er ætlanin at tað skal kunna sigla tvær ferðir um vikuna millum Hirtshals og alibrúkini á norska vestlandinum.

Her er ein filmur, sum vísir ætlanina:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder