Innanlands

Veðrið tarnar enn einaferð skoytibreytini

Letur ikki upp í morgin sum ætlað

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-16 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lýtt í veðrinum og regnað ov illa. Tað er orsøkin til at skoytibreytin á Vaglinum ikki letur upp í morgin sum ætlað, men mánadagin.

- Veðrið fer at halda sama hita um vikuskiftið, so eftir ætlan letur vøllurin ikki upp í morgin sum ætlað, men mánadagin klokkan 14, sigur Tórshavnar kommuna.

Breytin verður opin til á leið hálvan januar. Upplatingartíðirnar verða eins og seinasta vetur.

Mánadag – Fríggjadag 14 – 22
Leygardag 10 - 22
Sunnudag 14 – 22

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder