Uttanlands

Unobrush reinsar tenninar uppá 6 sekund

Tveir danskir tannáringar hava uppfunnið nýggja "tannbust"

Mynd: Unobrush

Mynd: Unobrush

2018-11-17 18:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært serfrøðingum tekur tað í minsta lagi tveir minuttir at busta tenninar. Men nú siga tveir ungir danir seg hava framleitt eina skjótari loysn.

Teir hava framleitt sonevndu "Unobrush", sum er eitt slag av svampi, ið kann reinsa allar tennirnar uppá seks sekund.

Unobrush riggar á tann hátt, at tú bítur í ein skúmsvamp, sum skal inn í munnin. Svampurin setir seg rundan um tennirnar og vibrerar. Sostatt knúsar hann bakteriurnar, sum sita á tonnunum. Unobrush skal eitast at beina fyri 99,9 prosent av bakteriunum, sum sita í munninum.

Unobrush hevur fingið sera góða undirtøku. Higartil hava ungu menninir savnað inn fimm milliónir krónur gjøgnum "crowdfunding" á heimasíðuni kickstarter.com, ið er ein síða, har fólk kunnu leita sær fíggjarligan stuðul til at menna nýggja tøkni.

Higartil hava gott 9000 fólk stuðlað Unobrush á kickstarter.

Serfrøðingar ivast tó í, um Unobrush veruliga riggar so væl, sum tað sigst. Enn eru bert nøkur heilt fá, sum hava roynt Unobrush, og fleiri kanningar mugu gerast, áðrenn teir kunnu byrja at selja hetta.

Andreas Singh Dierks, annar av ungu monnunum, sum hevur framleitt Unobrush, sigur við TV2, at ein partur av pengunum, teir hava savnað inn, eisini verður brúktur til at gera fleiri kanningar.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder