Innanlands

Mentanarhúsið í Klaksvík fær fígging úr Danmark

Sjúrður Skaale hevur verið í samráðingum við stjórnina um fíggjarlógina

Sjúrður Skaale saman við danska fíggjarmálaráðharranum Kristian Jensen

Sjúrður Skaale saman við danska fíggjarmálaráðharranum Kristian Jensen

2018-11-19 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Nú kann glæsiliga projektið fara í gongd í morgin. Tað eri eg óalimdiliga glaður fyri.

Soleiðis sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, í einum filmskuti, sum hann hevur lagt út fyrrapartin uttan fyri fíggjarmálaráðið í Keypmannahavn.

Føroyski fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin hevur verið í samráðingum við stjórnina um viðurskifti av føroyskum áhuga. Og her her tað eydnast at fáa komandi mentanarhúsið í Klaksvík á donsku fíggjarlógina.

Tað er nú yvir tvey ár síðani hugtakandi vinnarauppskotið hjá Ósbjørn Jacobsen, arkitekti, fyri nýtt mentanarhús í Klaksvík var avdúkað, men síðan er einki konkret hent við byggiætlanini. Ætlanin er at brúka gamla posthúsið við Vágsbø í miðbýnum í Klaksvík sum part av nýggja mentanarhúsinum, har tað so verður bygt afturat við eini høll nakað út á Vágsbø.

Les: Ósbjørn Jacobsen Arkitektar taknað mentanarhúsið í Klaksvík 

[object Object]

Sambært Sjúrði Skaale hava pengar trotið í. Pengarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur játtað og sum eru fingnir frá lokalum íleggjarum hava ikki rokkið til.

Tí vendi Javnaðarflokkurin í býráðnum sær til Sjúrð Skaale, sum saman við umsitingini hjá kommununi nú hevur ført samráðingar við stjórnina.

Úrslitið er, at stjórnin hevur sett tilsamans 9,5 milliónir á donsku fíggjarlógina yvir komandi tvey árini til endamálið, og tað er tað, sum Sjúrður Skaale fegnast so ómetaliga um í filmskutinum.

Hann kundi eisini boða frá, at tað er eydnast at fáa tvær milliónir krónur aftur at teimum trimum milliónunum, sum fyrr eru játtaðar til gamla hospitalið úti við Rættará í Havn. Ætlanin við hesum bygninginum er at innrætta tað til sjúkrahússavn og til Fountain hús, upplýsir Sjúrður Skaale.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder