Uttanlands

Skeiva tornið rættar seg uppaftur

Hevur rættað seg fýra sentimetrar seinastu 17 árini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-23 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bólkur av serfrøðingum, sum í fleiri ár hava eygleitt umvælingina av víðagitna ferðamannamálinum í italska býnum Pisa siga nú, at tornið er trygt, og at tað spakuliga er við at rætta seg upp aftur.

57 metrar høga tornið frá miðøld stendur tó enn ikki lodd, men tað hevur rættað seg fýra sentimetrar aftur móti loddrætt.

- Tað er eins og tvær øldir eru tiknar frá torninum, sigur Salvatore Settis, professari, við BBC.

Støðan hjá bygninginum er nógv betri enn væntað, sigur altjóða bólkurin, sum fylgir við arbeiðinum.

Tornið varð bygt í trimum stigum yvir eitt 200 ára langt tíðarskeið. Longu tá byrjað var at byggja tornið í 1100-talinum, mátti arbeiðið støðgað, tí tað tók at hella suðureftir. Tá var bygningurin bert í trimum hæddum. Orsøkin til trupulleikarnar var, at undirstøðið á suðursíðuni av torninum var sandur og leirur, og at fundamentið bert var tríggjar metrar djúpt.

Byggiarbeiðið stóð stilt í næstan 100 ár meðan økið kring Pisa varð rakt av kríggi og ófriði. Byggistøðgurin hevði eisini við sær, at undirlendið festi seg aftur.

Í 1198 vórðu tær næstu fýra hæddirnar bygdar í vinkul í mun til lægru hæddirnar fyri at viga upp móti skeivleikanum. Í 1372 varð ovasta hæddin bygd, og rúmið fylt við klokkum.

So við og við gjørdist tornið eitt ferðafólkamál. Milliónir av fólkum hava traðkað tey 297 trappustigini upp í toppin. Men seinast í 1900-talinum gjørdist hallið so stórt, at tað gjørdist vandamikið fyri vitjandi.

Tá varð hallið mett til 5,5 stig. Tað merkir, at ovasti parturin av torninum hekk 4,5 metrar uttan fyri fótin á torninum.

Í januar 1990 varð tornið so stongt fyri almenninginum. Ikki bert var vandi fyri, at 800 metra gamla tornið skuldi koppa, men eisini grótlaðingin sá út til at spreingjast orsaka av stóra trýstinum.

Ein stór bjargingarroynd varð sett í verk. Fleiri hundrað tons av blýggj vórðu løgd sum mótvekt í fundamentið, og tilfar var eisini tikið úr undirlendinum á norðursíðuni. Bjargingararbeiðið kostaði fleiri hundrað milliónir krónur.

Tá tornið varð latið upp aftur í 2001 hevði tað rættað seg meira enn 40 sentimetrar. Tá serfrøðingarnir nú staðfesta, at tornið hesi seinastu 17 árini hevur rættað seg fýra sentimetrar afturat, verður hildið at orsøkin er tað tilfarið, ið varð tikið burtur í norðursíðuni.

Tað verður hildið eftirlit við støðuleikanum hjá torninum alla tíðina við eini skipan við sensorum á torninum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder