Bókadagar hava júst verið, og eitt av tiltøkunum á skránni var framløga av nýggju Barnasangbók Føroya.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, avdúkaði, at nýggja sangbókin verður latin øllum nýføðingum og teimum, ið verða ættleidd, í gávu frá landinum.
Tey, sum eru fødd higartil í 2018 fara at fáa bókina ígjøgnum heilsusystrarnar kring landið – og tey, sum hereftir verða fødd fáa bókina á føðideildini. Tey, sum verða fødd heima ella ættleidd fáa hana framyvir eisini frá heilsusystrunum.
Tað vil siga, at øll børn, sum eru fødd í Føroyum frá 1. januar 2018 fáa Barnasangbók Føroya í vøggugávu, skrivar mentamálaráðið á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald